Tíðindi
25.02.2022
Tíðindaskriv frá Fakfelagssamstarvinum fríggjadagur 25. februar 2022
Fakfelagssamstarvið er styrkt munandi
Fakfelagssamstarvið er styrkt munandi við nýggjari avtalu millum feløgini í samstarvinum, umframt at Heilsuhjálparafelag Føroya er vorðið nýggjur limur í Fakfelagssamstarvinum
8.000 løntakarar standa nú aftan fyri Fakfelagssamstarvið, sum telur sjey fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum, eftir at Heilsuhjálparafelag Føroya hevur fingið limaskap í samstarvinum. Limafeløgini hava eisini styrkt samstarvið munandi við einari nýggjari avtalu, sum er grundarlagið undir Fakfelagssamstarvinum.
Fakfelagssamstarvið er styrkt grundað á eina nýggja avtalu, sum knýtir feløgini tættari saman at taka við teimum avbjóðingum, sum eru á arbeiðsmarknaðinum. Tað snýr seg alla tíðina um at tryggja øll rættindi hjá løntakarunum so væl sum yvirhøvur gjørligt.
Feløgini skrivaðu undir nýggju avtaluna á felags nevndarfundi í samstarvinum í Smæruni fyrrapartin.
Avtalan, ið frameftir verður grundarlagið undir Fakfelagssamstarvinum, skipar feløgini sum eina sterka eind, har limafeløgini í tættari samstarvi enn áður virka á arbeiðsmarknaðinum, tó at endamálið við samstarvinum enn er tað sama: “Fakfeløgini skulu hava størri styrki í samfelagnum og á tann hátt hava ávirkan á viðkomandi samfelagsmál.”
Nýggja avtalan gevur Fakfelagssamstarvinum eina sterkari almenna rødd. Ein rødd, ið hoyrist í almenna rúminum, og sum greitt talar sakina hjá lønmóttakarunum.
Fakfelagssamstarvið er nú skipað til tær uppgávurnar, ið samstarvið setir sær fyri at loysa, og á felags nevndarfundinum settu nevndirnar út í kortið, hvussu ymisku málini skulu røkkast. Fakfelagssamstarvið hevur seinastu tíðina m.a. arbeitt fyri at stytta arbeiðsvikuna og at fáa skipað viðurskiftini kring sálarliga arbeiðsumhvørvið á arbeiðsplássunum hjá limunum.
Limirnir í Fakfelagssamstarvinum eru: Starvsfelagið, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Akademikarafelag Føroya, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Heilsuhjálparafelag Føroya.
Við fakfelagskvøðu Fakfelagssamstarvið
Fleiri upplýsingar fáast frá Jacob Eli S. Olsen umboðandi Fakfelagssamstarvið á telefon 235766 ella á teldubústaði: jacob.eli@lararafelag.fo