Tíðindi

Fólkaskúlin verður eitt djúpt, opið sár, um játtanin verður skerd

Eg veit ikki, hvussu vit skulu fáa ein góðan, vælskipaðan skúla, tá játtanin ikki fylgir tørvinum, og eg skilji als ikki, hvat virksemi ætlanin er at skera burtur í fólkaskúlanum, nú ætlanin er at skerja játtanina til fólkaskúlan. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

21.10.2024

Fyri stuttum legði landsstýriskvinnan í fíggjarmálum fíggjarlógaruppskotið fyri 2025 fram í løgtinginum. Eitt, ið eg, og mong við mær, bitu merki í, var, at játtanin til fólkaskúlan varð skerd. Skerjingin í játtanin er í alt 5,2 milliónir krónur.

Eg standi spyrjandi. Eg skilji ikki hví, at játtanin verður skorin. Eg veit ikki, hvussu vit skulu fáa ein góðan, vælskipaðan skúla, tá játtanin ikki fylgir tørvinum, og eg skilji als ikki, hvat virksemi ætlanin er at skera burtur í fólkaskúlanum, nú ætlanin er at skerja játtanina til fólkaskúlan.

Tað var mín fatan, tá samgonguskjalið varð lagt fram og undirskrivað, at mann vildi fólkaskúlanum væl. Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum hevur verið frammi við uppskotum, sum eru góð fyri fólkaskúlan. Men nú veit eg satt at siga ikki, hvat hesi ætla, og hvussu hetta skal gerast.

Hugskotini hava verið mong. Ein styrktur flokslæraraleiklutur, ein styrkt tvílæraraskipanin, færri næmingar í hvørjum flokki og betri karmar til næmingar við serligum tørvi.
Góðar tankar, ið veruliga kundu muna, um teir verða framdir í verki. Men einki av hesum ber til, tá játtanin ikki er sett av til hesi átøk. Tá er alt orð, ið ikki skapa veruleika. Tíverri.

Sparingar á fólkaskúlaøkinum fáa avleiðingar fyri nógv. Lærarar, leiðslur, næmingar, foreldur og onnur avvarðandi verða øll rakt av hesum sparingunum.

Eg havi fyrr greitt frá týdninginum av flokslæraranum. Flokslærarin er hjartaslátturin í flokkinum. Hann má raðfestast. Tað er ikki nokk, at hann verður raðfestur í grunddeildini, tí tørvur er á meira tíð á øllum floksstigum. Leikluturin er broyttur so mikið, at tann játtanin, ið vit hava nú, als ikki røkkur til tann tørvin, sum er á gólvinum.

Tvílæraraskipanin kemur at lætta um skúladagin hjá øllum næmingum og øllum lærarum.
Tíðin til hvønn einstaka næmingin verður tvífaldað. Tað ber tá til at skipa skúladagin soleiðis, at vit fáa arbeitt í smærri bólkum, vit lærarar fáa sparrað, lagt dygdargóða og øðrvísi undirvísing til rættis. Alt hetta, so vit røkka øllum næmingunum, og allir næmingarnir fáa tíðina, ið teimum tørvar og hava rætt til.

Komandi ár verður næmingatalið í fyrstu flokkunum lækkað niður á 22 næmingar. Tað er gott. Sambært Hagstovuni kunnu vit vænta, at tað eru um 800 næmingar, ið byrja í 1. flokki, tá skipanin verður sett í gildi. Hetta er ein stórur árgangur.

Hetta hongur ikki saman. Samstundis, sum játtanin verður skorin, skulu vit hava fleiri flokkar, tí at fyrstu flokkarnir vera smærri.

Tað eru fleiri og fleiri næmingar, ið hava tørv á serligari fyriskipaðari undirvísing. Nógvar eru orsøkirnar. Men felags fyri øll hesi er, at allir næmingar hava rætt til undirvísing.
Vit hava tørv á at fáa skipaðar umstøður, so vit fáa loftað næmingunum, sum hvønn dag stríðast. Vit mugu hugsa skúla og undirvísing øðrvísi, so hesir næmingarnir fáa ein møguleika at eydnast í skúlaskipanini.

Hesi fýra økini, ið eg stutt havi lýst omanfyri, eru týðandi liðir í einari góðari skúlaskipan. Vilja vit hava eina góða skúlaskipan, so má játtanin hækkast og ikki lækkast. Í verandi løtu eru øki, ið sum bløða, men ætlaðu skerjingarnar merkja, at vit missa góðskuna í undirvísingini, næmingarnar eru við sviðusoð, og vit fáa ein fólkaskúla, sum ikki livir upp til tað, ið verður kravt. Tá hava vit eitt djúpt, opið sár.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni