Tíðindi

Eysturskúlin vann Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags

Fyrsta veðurlagsvirðislønin av sínum slag var kosin og handað ígjár á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag

21.06.2020

Vinnarin, sum gjørdist Eysturskúlin í Havn, hevði eina verkætlan, ið er ein ringrás. Ringrásin er matrestir, sum verða til mold, sum síðan verður brúkt til at sáa í; grøðin verður etin, og tískil skal hon ikki flytast inn úr øðrum londum; trø verða plantað, og tað gevur góða luft.

Í grundgeving síni sigur Lærarafelagið, at ungdómurin gongur á odda fyri broytingum kring heimin. Føroyski skúlin eigur at eggja børnum og ungum at arbeiða við veðurlags- og umhvørvisavbjóðingum. Alt so at børn og ung fáa innlit í burðardyggan livihátt og øktan áhuga í at finna loysnir á veðurlagsavbjóðingum.

Umboð fyri FNU og Betri vóru við at handa Eysturskúlanum vinningin. Vinnarin fekk handað Veðurlagsprógv 2020, ein kekk á 25.000 kr, umframt ein berjarunn og føðsluplantur, ið skúlin kann nýta í sínum arbeiði víðari.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni