Tíðindi

Eysturskúlin fyrsti skúli, har allir svimjilærarar hava lívbjargingarprógv

Hesa vikuna hava svimjilærararnir í Eysturskúlanum verið á lívbjargingarskeiði, sum royndartiltak hjá Eysturskúlanum, Mentamálaráðnum og Svimjisambandi Føroya at tryggja, at allir svimjilærarar á skúlanum hava góðkent lívbjargingarprógv. Onkrum einstøkum barst frá vegna sjúku og øðrum, men nú eru tey 15 har á skúlanum, sum kunnu vísa á galdandi lívbjargingarprógv.

18.12.2016

Talan er um eina innleiðandi royndarverkætlan hjá Mentamálaráðnum og Svimjisambandi Føroya at finna ein leist til at tryggja nøktandi lívbjarging í svimjiundirvísingini í  skúlum. Allir svimjilærarar fáa undirvísing í lívbjarging á Læraraskúlanum, og hetta er nú sum hjá lívbjargarum í almennum svimjihallum, ein reglulig roynd til at tryggja at tey eisini aftan á skúlagongd enn duga og orka at lívbjarga.

Undirvísarar og lívbjargingardómarar vóru Sørin S. Djurhuus, sum er ‘primus motor’ fyri lívbjargingarátakinum hjá Svimjisambandi Føroya, og Rúna Mortensen, sum er lívbjargari og lívbjargingardómari hjá Svimjihøllini í Gundadali.

Sum skilst so var støðan góð í Eysturskúlanum, og í Svimjisambandinum halda tey, at hetta er ein gongd leið eisini á øðrum  skúlum. Tey hava eisini  verið úti á øðrum skúlum, sum av sínum eintingum hava biðið um lívbjargingarskeið. Eysturskúlin er tó nú so vítt sum vit vita, hin fyrsti í Føroyum, ið kann breggja sær av, at øll svimjiundirvísing verður framd av lærarum ið hava galdandi lívbjargingarprógv.

Kelda: ssf.fo

http://www.ssf.fo/2016/12/16/eysturskulin-fyrsti-skuli-har-allir-svimjilaerarar-hava-livbjargingarprogv/#more-3674

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni