Tíðindi
08.03.2016
Ótrygdin sum er millum lærarar, nú Skúlin á Fløtum er lagdur saman, kennist eisini millum næmingar. Størsta avbjóðingin í samanleggingini er, at samanlagdi skúlin heldur til í so nógvum bygningum, og lærarar og lutvíst næmingar skulu flyta seg so nógv.
- Hetta er ótrygt fyri summar næmingar, tí summir egna seg illa at flyta. Ikki so fáir næmingar eru óróligir um framtíðina, ikki bara komandi skúlaár, men eisini verandi skúlaár; teir vilja vita, hvar teir skulu vera. Teir eru fyri so nógvum broytingum og skiftum, at summir eisini stúra. Ótrygdin fer alla staðni. Mótvegis næmingunum royna vit at gera okkara besta og ikki lata teir síggja og føla okkara frustratiónir, men mangan spyrja teir ymiskt, sum vit ikki fáa svarað ella kunnu svara. Næmingarnir skulu eisini samansjóðast og kenna seg tryggar, men teir eru púra gloymdir. Hendir okkurt við einum næmingi í einum tíma, sum lærarin, ið hevur tíman, eigur at siga við læraran, sum skal undirvísa aftaná, ber hetta so at siga ikki til, tí lærararnir síggjast ikki; teir skulu skunda sær til næsta tíma, sum er í einum øðrum bygningi. Hetta er ikki nóg gott, siga Hjørdis Heindriksdóttir og Katrin Gullbein, álitisfólk í Skúlanum á Fløtum.
Venjingarskúlin og Tórshavnar Kommunuskúli vóru lagdir saman í ein skúla 1. januar í fjør. Fyrsta byggistig í nýggja skúlanum verður liðugt í 2018. Allur skúlin stendur liðugur í 2020.
Samanlagdi skúlin húsast í fylgjandi seks eindum: í Kongagøtu, í Fríðriks Petersens gøtu, við Landavegin, á Frælsinum/Handan Á, á Argjavegi og í Gundadali.
Skúlin á Fløtum verður trísporðaður frá 1.-7. fl. og fimmsporaður í 8. og 9. fl.
Skúlaárið 2015/16 ganga 821 næmingar í tilsamans 31 flokkum í Skúlanum á Fløtum. Í skúlanum eru umleið 84 lærarar, 8 serlærarar og 1 deyvalærari.
Lesið eisini: http://www.skulabladid.fo/fo-FO/Alt-riggar-v%C3%A6l-%C3%A1-papp%C3%ADrinum.aspx
Mynd: Rannvá Egholm