Tíðindi

Eru lesiátøkini í skúlanum nóg kveikjandi?

Síðstu nógvu árini hevur ljós verið varpað á stóra týdningin, sum lesing hevur. Fyri at kveikja hugin at lesa, verða serlig lesiátøk fyriskipað í nógvum skúlum kring landið.

04.04.2023

Í nýggju kvalitativu lesivanakanningini, ið var almannakunngjørd í november, verða næmingar í sætta flokki spurdir, um skúlin, teir ganga í, hava lesiátøk. Átøkini hava til endamáls at varpa ljós á lesingina í gerandisdegnum, kveikja lesihugin og økja lesiferðina.

Av svarunum at døma eru lesiløtur, ið vara í eina viku, í fleiri skúlum. Hesa vikuna verður lisið í minsta lagi í 20 minuttir um morgunin, men næmingarnir, ið taka lut í kanningini, nevna eisini, at teir lesa ein tíma ella tveir teir fyrstu tímarnar á morgni.

Tá ið átøk eru, krevja fleiri skúlar, at næmingarnir skulu lesa á føroyskum. Viðhvørt verður lisið um eitt ávíst felags evni í øllum skúlanum. Ofta skulu næmingarnir loysa uppgávur til bøkurnar, sum teir sjálvir sleppa at velja sær um ávísa evnið.

Aðrir skúlar loyva næmingum at lesa tað, sum tey hava hug til, og tey sleppa at sita har, ið tey hava hug at sita. Dømi eru eisini um, at skúlar hava lesiløtur longri tíðarskeið t.d. ígjøgnum allan veturin. Sum skilst eru tað skúlar, sum eingi felags átøk gera yvirhøvur. Næmingar siga seg ongantíð hava havt lesiløtur ella tílíkt. Tískil er ymiskt, hvussu nógva lesivenjing næmingar fáa kring landið.

Eru lesiátøkini væl skipað, dámar næmingum væl at sita í friði og lesa. Onnur halda lesiløturnar vera keðiligar, tí tær eru óskipaðar, og ov nógvur larmur er. Næmingar siga, at teir klára ikki at hugsavna seg um lesingina í skúlanum, missa illa burtur og lesa minni sum heild í skúlanum vegna larm. Aðrir næmingar siga, at teir minnast lesiløtur frá fyrr, tá ið teir gingu í yngru flokkum.

Kvalitativa lesivanakanningin er samrøður við børn í sætta flokki kring alt landið í 19 flokkum í 12 skúlum; sætta floks næmingar eru valdir burturúr, tí tann kvantitativa kanningin vísti, at tað er umleið tá, at hugurin at lesa minkar munandi, um somu tíð sum nýtslan av øðrum miðlum veksur. Í kvantitativu kanningini vóru tað allir næmingarnir í 4., 6. og 9. flokki í skúlunum kring alt landið, sum svaraðu spurnablaði.

Høvuðsúrslitið av kvalitativu lesivanakanningini er, at spennið er sera vítt ímillum flokkar og tær avbjóðingarnar, sum fáa næmingarnir í skúlunum. Næmingar siga seg lesa lítið í frítíðini og hava lítið samband við skaldskap. Í nógvum førum minnir eingin tey á at lesa. Tey hava ilt við at finna eina bók, ið teir tíma og megna at lesa; somuleiðs siga fleiri, at tey makta ikki at lesa eina heila bók. Flætta vit hetta saman við úrslitunum í kvantitativu kanningini frá 2017/18, so kunnu vit siga, at børn í dag – frá 4. flokki at rokna – lesa minni og minni, eldri tey verða – og at tey sum heild lesa lítið. Og hetta hendir, hóast tað ongantíð áður hevur verið so stórt fokus á týdningin at lesa, bæði í skúla og heima.

Tað eru Sissal M. Rasmussen, ph.d. og adjunktur á Føroyamálsdeildini, Lydia Didriksen, fólkaskúlalærari, skúlabókavørður og BA og MA í føroyskum máli og bókmentum, og Turið Kjølbro, cand.phil í bókmentum og máli og ritstjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum hava tikið stig til og gjørt kvalitativu lesivanakanningina. Frágreiðingin kann verða lisin á heimasíðuni hjá Málmenning:

https://www.malmenning.fo/wp-content/uploads/2022/11/lesivanakanning2022.pdf

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni