Tíðindi

Er undirvísingin í bókmentum farin av kós?

- Skulu næmingar tæga tekstirnar sundur sambært einum frymli, so fáa teir ikki frið at lesa, og tað kann hava keðiligar avleiðingar fyri hugin at lesa, sigur Lydia Didriksen, námslektari í føroyskum á Námsvísindadeildini

13.12.2021

Norsk gransking ger í hesum døgum vart við, at hátturin, sum tað verður undirvíst í móðurmálinum og bókmentaligu lærugreinunum, kann hava við sær, at lesihugurin verður køvdur. Heilt niður í yngstu flokkarnar er undirvísingin vorðin so stýrd av førleikamálum, sum tú skalt røkka, at málini køva upplivingina at lesa. Yngri næmingarnir skulu læra ymiskt, sum eldri næmingar fyrr skuldu læra, eitt nú teknisk viðurskifti í tekstum, og hvør steinur í tekstum skal vendast fyri, at næmingarnir skulu læra ymiskt. Alt verður tægað sundur fyri síðan at verða sett saman aftur. Granskarar rópa nú varskó og siga, at hetta er ein óheppin gongd. Lydia Didriksen heldur, at kjakið um, hvørji háttaløg eru best, er sera áhugavert. Hon kennir tað, sum norska granskingin vísir á, aftur frá síni tíð sum næmingur í fólkaskúlanum.

- Tekstir í undirvísingini í føroyskum vóru lisnir sambært einum frymli uttan at nakar gjørdi sær far um, hví vit skuldu lesa tekst á slíkan hátt, og hví tað yvirhøvur var áhugavert at gera soleiðis. Hesin hátturin at lesa bókmentir er í ein mun til enn, tí eg síggi, at læraralesandi í fólkaskúlanum og miðnámi hava lært og eru vorðnir vanir við at lesa bókmentir sambært frymlum.

- Tá ið eg las til lærara í Danmark, var stórur dentur lagdur á, at tú skuldi ikki brúka frymlar í móðurmálsundirvísingini. Teksturin skuldi lesast fyri tað, hann var, og tú skuldi ikki smoyggja ein frymil niður yvir hann. Tað var farið frá tí nýkritiska hugsanarháttinum yvir í reseptiónsestitikkin, sum gjørdi, at støði var tikið í tekstinum; tú skuldi leggja teg eftir at finna tey tómu plássini í tekstinum, hugsa um myndamál og slíkt. Næmingurin skuldi samskifta við tekstin fyri at fáa innlit í, hvat teksturin viðgjørdi. Summir granskarar mettu tá, at reseptiónsestitikkurin var á vandakós, tí við eitt var alt loyvt; síðan var strammað í aftur háttaløgini, og fleiri vórðu sett saman, tí tey hava ymiskar dygdir. Í mínum hugaheimi útilokar annað ikki hitt. Vit mugu tó gera okkum greitt, at skulu næmingarnir tæga tekstirnar sundur sambært einum frymli, so fáa teir ikki frið at lesa, og tað kann hava keðiligar avleiðingar fyri hugin at lesa.

Rák skifta; Lydia Didriksen leggur sínum lesandi eina við at hugsa sjálv og seta seg væl inn í ymsu háttaløgini.

- Tilvitið um rák og háttaløg er umráðandi at hava, tí tað kann vera vandamikið bara at fylgja við rákinum og gera sum hini gera. Tað er altíð umráðandi, at tú sum lærari ger upp við teg sjálvan, hvat tú vilt læra næmingarnar, og hvussu tú gert tað.

Broytingarnar, sum vórðu gjørdar í 2011 í námsætlanini í lærugreinini føroyskum, hava gjørt, at týdningurin av at lesa bókmentir á ein hátt er mistur, heldur Lydia Didriksen, og tað er sera óheppið, tí bókmentir fram um alt annað bera mentan millum ættarlið.

- At lesa Heðin Brú og aðrar eldri rithøvundar ger, at tú fært innlit í, hvussu føroyingar hava hugsað, hvussu teir hava livað, hvussu menniskju og samfeløg vóru. Týdningurin av, hvussu umráðandi hetta er, hevur verið minni raðfestur, men síðstu 2-3 árini eru fleiri farin at vísa á, hvussu umráðandi tað er at raðfesta skaldskapin, og hvat hann kann geva okkum. Bara í einum universi kanst tú koma inn í høvdið á øðrum fólkum og læra um tað at vera menniskja, og tað er við at lesa bókmentir. Tað at vit kenna okkum aftur í øðrum menniskjum fremur okkara empati og kenslulív. Við at seta okkum inn í, hvussu onnur fólk hugsa og liva, lærir tú at kenna, hvussu onnur hava tað; tú fært kensluna av at hoyra til ein felagsskap, at vit ongantíð eru einsamøll, og at vit hava ábyrgd av náttúruni og øllum rundan um okkum. At duga at lesa millum reglurnar eru sera umráðandi; skaldskaparligt mál er samanborið við yrkismál ikki eitt til eitt. Tú mást lesa millum reglurnar. Skaldskapur fremur alt hetta. Tú lærir at lesa á einum abstraktum plani, sum gevur tær grundarlag at lesa akademiskan tekst, tí tú ert noydd at hugsa og flyta teg út um breiddina.

Eisini í próvtøkuuppgávum í 9. flokki í fólkaskúlanum fær skaldskapur lægri raðfesting enn áður. Tað hevur leingi verið ein gongd, at bara eitt evni av fimm taka støði í skaldsligum teksti. Restin eru blaðgreinir skrivaðir av tíðindafólki, lýsingartekstir, yrkisbókmentir, myndagreining og annað. Sama gongd er í Noregi. Lydia Didriksen heldur, at tørvur er á at viðgera, hvat vit vilja við próvtøkuni í skrivligum føroyskum.

- Lutfallið millum skaldsligar tekstir og aðrar tekstir í próvtøkuuppgávunum speglar ikki undirvísingina í føroyskum. Eftir mínum tykki speglar hetta meiri ein hugburð, sum setir spurnartekn við, hví vit skulu lesa skaldskap í skúlanum.

Les samrøðu við Lydiu Didriksen í Skúlablað nr 5, 2021.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni