Tíðindi

Er tað stuttligt, læra børnini

Í Lillehammer í Noregi hava tey megnað at fáa góð úrslit í lesing við at gera átøk í grunddeildini. Nógv færri næmingar hava brúk fyri serundirvísing av tí sama. Thomas Nordahl, professari í námsfrøði í Noregi, heitir á skúlar at gera sum tey gera í Lillehammer.

10.02.2023

Næmingarnir í øðrum flokki við Røyslimoen skúla í Lillehammer trilla ein terning fyri at gera setningar. Tað ger undirvísingina at læra at lesa bæði stuttliga og munadygga.

– Hetta er nakað av tí stuttligasta, vit gera. Tað hendir so nógv, sigur Mette Simensen, sum er lærari hjá øðrum flokki við Røyslimoen skúla í Lillehammer. Meðan næmingarnir arbeiða við uppgávum, gongur hon runt og terpar stórar forbókstavir og punktum.

– Tað, sum hevur mest at siga fyri meg, er, at børnini síggja meining í at lesa og skriva, sigur Simensen.

Mette Simensen brúkar nógva tíð at terpa lesing. Hon hevur varnast, at tað gevur úrslit. Hon arbeiðir í einum skúla og í eini kommunu, sum hevur verið fyri eini merkisverdari menning seinastu árini. Frá at klára seg miðal í altjóða kanningum, eru næmingarnir í Lillehammer nú millum teir bestu.

- Næmingarir hjá mær í fimta flokki eru í minsta lagi eitt ár framman fyri í menningini í lesiførleika enn næmingar í fimta flokki fyri fimm árum síðan.

– Sum fyri 20–30 ár síðan

Samstundis sum úrslitini eru vorðin betri, eru næmingarnir, sum tørvar serundirvísing í Lillehammer, vorðnir færri.

Fyri stuttum vóru tíðindi í norska kringvarpinum um ein drong frá Halden í Noregi, sum var ein av meiri enn 10.000 næmingum, sum fóru úr grunddeildini í fólkaskúlanum uttan at kunna lesa ella skilja einfaldar tekstir. Kortleggingin, sum kemur fram í tíðindunum, vísir, at hóast norskir skúlar brúka meiri og meiri pengar til serundirvísing, so gerast úrslitini í lesing ikki betri.

Thomas Nordahl, professari í námsfrøði, heldur, at vitanin, sum skal til at bøta um lesiinnlæringina, er til. Trupulleikin er bara, at hon vitanin verður ikki brúkt.

– Vit eru á sama stað, sum fyri 20-30 árum síðan. Vit hyggja at villunum, sum næmingar gera, og avbjóðingunum, sum næmingar hava í staðin fyri at hyggja at, hvat eyðkennir læringina. Hvussu kundu vit gjørt hetta øðrvísi? spyr hann.

Brúka orkuna øðrvísi

Lógin áleggur skúlunum at veita næmingum, sum dragna afturúr í lærugreinunum, serundirvísing. Meginparturin av teimum 50.000 næmingunum í grunddeildini, sum fáa serundirvísing, fáa eisini serundirvísing víðari upp í skúlaskipanini.

Nógv orka fer til serundirvísing til fáar næmingar. Fyri Lillehammer hevur lykilin verið at finna út av, hvørjir næmingar stríðast við at læra, og at finna út av hesum so skjótt til ber. Tá kunnu trupulleikarnir verða loystir, áðrenn teir vaksa seg stórar, og uppaftur dýrari og meiri krevjandi serundirvísing kemur upp á tal.

Trond Johnsen, skúlastjóri í Lillehammer, rósar lærarunum fyri framgongdina, men hann sigur, at tað at kommunan hevur arbeitt miðvíst við hesum hevur givið úrslit.

– Eg haldi, at jú hægri vit normering við dugnaligum lærarum í grundskúlanum vit hava, jú betri er. Tá brúka vit minni til serundirvísing, sigur Trond Johnsen í Lillehammer.

Hetta er søtur tónleikur í oyrunum á Nordahl, professara. Hann hevur fylgt við menningini í Lillehammer, og hann hevur sæð, at úrslitini eru komin eftir miðvís átøk.

– Tú mást alla tíðina hava yvirlit yvir hvønn einstakan næming, og hvussu hann lærir, og so mást tú seta inn, tá hann ikki mennist, sum hann eigur, sigur hann.

Næmingalagað

Mette Simensen hevur fylgt flokki sínum í hálvt annað ár. Hon sigur, at tað ber til at síggja, hvørjir næmingar stríðast við lesing longu í fyrsta flokki. Tí kann hon tillaga undirvísingina til teir.

– Summir næmingar kunnu lesa, tá teir koma í skúla, men fyri aðrar er hetta púra nýtt. Øll hava krav uppá at verða møtt, har tey eru – á tí stignum, teir eru. Vit royna at laga uppgávurnar í tímunum og skúlatingunum til øll, sigur hon.

Thomas Nordahl heldur, at nógvar kommunur kunnu læra av kommununi í Lillehammer.

– Tey hava megnað at loysa avbjóðingar innan fyri tað, sum lógin sigur. So tað er ikki bara lógin, sum avmarkar, sigur hann.

Kelda: nrk.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni