Tíðindi
25.01.2017
Tey, sum trívast væl, arbeiða væl. Soleiðis er í arbeiðslívinum, og tí er tað ikki so løgið, at avrikini hjá skúlanæmingum verða ávirkað, um umstøðurnar í skúlunum eru vánaligar. Tað sigur Arnt Ove Hopland, granskari á instituttinum NHH í Noregi. Hann hevur skrivað og givið út fleiri vísindaligar greinir farnu árini, har hann vísir á, hvussu tað stendur til við viðlíkahaldi av kommunalum bygningum í Noregi.
Nøgd við skúlan
Í fleiri kanningum hevur hann kannað skúlabygningar fyri at hyggja nærri at, um vánaligt viðlíkahald hevur avleiðingar á arbeiðið og læringina hjá næmingum. Av tí at næmingarnir javnan verða kannaðir á ymsan hátt, kann hann gera samanberingar og spyrja næmingarnar, hvat teir halda um skúlarnar, teir ganga á. Í einum spurnablaði svara næmingarnir, hvat teir halda um tað sosiala og fysiska læriumhvørvið.
- Vanliga eru tað verkfrøðingar, sum hava hugt at bygningunum og mett um, hvussu teir eru, men næmingar og verkfrøðingar eru ymsir á máli um, hvat hevur týdning, og hvussu teir verða ávirkaðir av teimum, sigur Hopland.
Í einari kanning hugdi hann nærri at, hvat samband er millum læriumhvørvið og avrikini hjá næmingunum. Í eini aðrari hugdi hann at samanhanginum millum, hvussu næmingar trívast og hvussu nógv teir gera við skúlaarbeiðið, bæði heima og í skúlanum.
Trívist tú í tí, tú gert, ert tú eisini betur motiveraður. Soleiðis er tað eisini fyri næmingar. Eru teir nøgdir við skúlan, so sum vesiviðurskiftini, brúsurnar í ítróttahøllini og umstøðurnar annars, arbeiða teir betur í tímunum. Hopland undirstrikar, at tað ber ikki til at útleiða púra fyri vist, hvør orsøkin er, tað vil siga at góðir skúlar eru orsøkin til at næmingar arbeiða væl í tímunum.
- Vit kunnu eisini hugsa okkum tað øvuta. Tá ið næmingar arbeiða væl í skúlunum, trívast teir betur í umstøðunum sum eru. Men tó eru ábendingar um, at trívast næmingarnir í bygninginum, arbeiða teir betur, sigur hann.
Politikararnir eiga eisini at leggja sær í geyma, at umstøðurnar í skúlunum ávirka ikki, hvussu nógv næmingarnir gera skúlating heima.
- Tað bendir á, at trivnaður stimbrar avrikini, meðan næmingarnir eru í skúla. Heima eru tað fyri ein stóran part foreldrini, sum gera av, hvussu nógv tíð og hvussu nógv orka verður brúkt til skúlatingini.
Útseta viðlíkahald
- Er tað soleiðis at tænastuframleiðslan als ikki verður ávirkað av, hvussu bygningarnir eru, og hvørjum standi teir eru í, kunnu vit hugsa okkum, at tað ikki er so øgiliga umráðandi at halda teir við líka. Kommunurnar kunnu byggja so bíligt sum til ber og brúka bygningarnar til teir ikki kunnu brúkast longur. Vit síggja hetta í dag. Skúlabygningar verða brúktir, til teir eru heilt og aldeilis ónýtiligir og bróta tekniskar forskriftir.
- Í høvuðsheitum eru tvær orsakir til, at kommunur útseta viðlíkahald av bygningum. Fíggjarligu umstøðurnar eru ein, men tað treytar eisini politiska styrki og hvussu sundurpettað kommunustýrini eru. Eru fleiri javnstórir flokkar, sum skulu samráðast um alt, verða kommunalu bygningarnir ofta raðfestir lágt. Teir velja at útseta viðlíkahald. Hinvegin duga kommunur við stórum ráðandi flokkum og einum støðugum meiriluta betur at raðfesta væl inn í framtíðina og harvið viðlíkahald.
Kelda: forskning.no