Tíðindi

Er seksualundirvísingin í skúlunum nøktandi og tíðarhóskandi?

Verandi námsætlan eigur at verða endurskoðað, og vit fara at raðfesta hetta í nærmastu framtíð. Tað segði Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, eitt nú í svari til munnligan fyrispurning frá Kristiannu Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin.

17.02.2023

Vika sex og seksualundirvísing í skúlunum var aftur á breddanum í einum munnligum fyrispurningi á tingi mikudagin. Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, spurdi landsstýrismanninum við barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, ymiskt viðvíkjandi seksualundirvísing í bæði fólkaskúlanum og miðnámi. Løgtingskvinnan spurdi, hvør hevur ábyrgdina av, at allir næmingar í føroyskum skúlum hava møguleika at fáa eina hóskandi og nøktandi seksualundirvísing, og um landsstýrismaðurin ætlar at seta tilmælini í verk, sum vórðu handað honum frá samtykkisbólkinum í viku sex. Somuleiðis var hann spurdur, um verandi námsætlan fyri seksualundirvísing er tíðarhóskandi, og um næmingar á miðnámi eisini skulu fáa seksualundirvísing.

Landsstýrismaðurin vísti í svari sínum á, at heilsukunning og seksualundirvísing er eitt kravt evni í fólkaskúlanum. Byrjað verður í náttúru og tøkni, og tikið verður í tað aftur í lívfrøði og samfelagsfrøði.

- Tað eru lívfrøðilærarin og heilsufrøðingurin hjá Gigni, sum taka sær av seksualundirvísingini í fólkaskúlanum. Í ungdómsskúlunum eru hetta ikki kravd evni, men leiðslan hevur møguleika at bjóða felagsskapum inn, eitt nú til at hava seksualundirvísing. Tað hevur javnan verið frammi, at átøk eiga at verða gjørd til frama fyri seksualundirvísingina, og tey ungu eftirlýsa eisini hetta, eitt nú í ungdómstinginum fyri einum ári síðan. Í hvønn mun innihaldið eigur at verða broytt, og tilmælið frá samtykkibólkinum verða tikið til eftirtektar, er nakað, sum vit eiga at viðgera nærri, eitt nú av undirliggjandi stovnum hjá ráðnum og fakbólkum. Verandi námsætlan eigur at verða endurskoðað, og hetta fara vit at raðfesta í nærmastu framtíð. Havast eigur at verða í huga, at tá tað verður undirvíst í eini lærugrein, er tað skyldan hjá okkum at tryggja, at undirvísarin er tryggur í tí, hann skal undirvísa í. Sostatt fara broytingar í innihaldinum eisini at seta krøv til lærararnar, sum møguliga skulu undirvísa í hesum evninum, og tí mugu lærarar fáa neyðugu útbúgvingina. Sum nú er er seksualundirvísing ikki kravd lærugrein á miðnámi.

Landsstýrismaðurin segði aftrat, at Gigni ger eitt stórt arbeiði í fólkaskúlanum, tá ið talan er um seksualundirvísing, bæði í bólkaundirvísing og einsæris samrøðum við næmingar.

- Tað er stórur munur at undirvísa næmingum og 7. flokki og næmingum í miðnámi. Tað er hvør sín undirvísingarháttur. Og hetta at nýggjar lógir eru komnar, eitt nú samtykkilógin og at øll eiga at ansa eftir sær á sosialum miðlum og netinum sum heild, ger, at tann ungi eigur at sleppa at venda øllum hesum við einum vaksnum, sum hevur góða fakliga bakgrund, um tað so er lærari ella heilsufrøðingur. Í hesum sambandi er spurningurin nýliga reistur, um Gigni eisini eigur at vera partur av fyrsta árinum á miðnámi. Hetta ætli eg mær at kanna nærri. Tað er í øllum førum umráðandi at brúka ta fakligheitina, sum longu er, og sum hevur gjørt eitt stórt arbeiði hesum viðvíkjandi.

Í viðmerking til fyrispurningin sigur løgtingskvinnan eitt nú, at tey, sum upprunaligu tóku stig til at varpa ljós á seksualundirvísing í viku seks, siga, at tørvurin at styrkja læringsøkið ‘heilsukunnleiki og seksualupplýsing’ er so stórur og neyðugur, at eyka átøk mugu takast í skúlaverkinum. Eitt tilmæli er handað landsstýrismanninum um at seta í verk átøk, sum tryggja børnum og ungum ta undirvísing, sum tey hava tørv á og rætt til. Læringsøkið ‘heilsukunnleiki og seksualupplýsing’ eigur at verða nágreinað og fevna um stovnsøkið, fólkaskúlan og yrkis-og miðnámsskúlarnar. Vanliga standa Gigni og lærarar fólkaskúlans fyri seksualundirvísingini í fólkaskúlanum, og hesi gera eitt stórt arbeiði á einum øki, sum ikki altíð er so lætt at hava við at gera. Neyðugt er at fáa greiðar ásetingar um, hvør hevur ábyrgd av, at allir næmingar í fólkaskúlanum hava møguleika at fáa nøktandi og tíðarhóskandi seksualundirvísing.

- Tað er neyðugt við javnari undirvísing kring alt landið og við tilfari umframt at lærarar fáa eftirútbúgving. Undirvísingin eigur at verða tíðarhóskandi samsvarandi at samfelagið broytist og setir nýggj krøv, segði løgtingskvinnan í orðaskiftinum í sambandi við munnliga fyrispurningin.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni