Tíðindi

Er pápin ofta fullur, eru størri sannlíkindi fyri, at børnini gevast í skúlanum

Rúsdrekkanýtslan hjá foreldrum ávirkar børn teirra, eisini tá ið talan er um nýtslu og ikki misnýtslu, vísir nýggj norsk kanning.

25.02.2022

Nógv gransking hevur víst, at eru foreldur rúsdrekkamisnýtarar, kunnu børn teirra hava nógvar ymiskar trupulleikar, eitt nú sálarsjúku; kanningar vísa eisini, at tey kunnu klára seg illa í skúlanum.

Men hvat hevur tað at siga, um foreldrini bara drekka eitt sindur og eru full við hvørt og ikki eru misnýtarar?

Norskir granskarar hava gjørt fleiri kanningar fyri at finna út av júst hesum. Tann síðsta kanningin, sum nýliga var almannakunngjørd í tíðarritinum Drug and Alcohol Dependence, snýr seg um sambandið millum drekkivanarnar hjá foreldrum og øktan vanda hjá børnum teirra at gevast í miðnámi og skúlum annars eftir fólkaskúlan.

Úrslitini vístu greitt samband millum hesi viðurskifti, og tað er komið óvart á tey, sum stíla fyri kanningini.

– Vit hildu, at vit fóru at síggja, at hesi viðurskiftini ávirka hvørt annað, men vit vistu ikki, at sambandið er so týðiligt, sigur Jasmina Burdzovic Andreas, granskari á Folkehelseinstituttet til forskning.no.

2.500 familjur

Burdzovic Andreas og starvsfelagar hennara hava brúkt dátu frá HUNT-kanningini til hesa kanningina. HUNT-kanningin er gjørd av fólkunum í Nord-Trøndelag í Noregi og hevur vart í nógv ár. Luttakarar í túsundatali hava verið við í mong ár, og teir hava javnan svarað spurnabløðum um livihátt og heilsu.

Sum tíðin er gingin, hava granskararnir kunnað samanborið svarini við aðrar upplýsingar um heilsu og lívið hjá luttakarunum.

Í hesi kanningini kannaðu granskarar dátu frá 2.500 familjum. Teir kannaðu serliga sambandið millum drekkivanarnar hjá foreldrunum og um børn teirra gjørdu skúla og útbúgving eftir fólkaskúlan lidnan.

Granskararnir høvdu serligan áhuga í hesum, tí eldri kanningar høvdu bent á, at eru foreldrini ofta drukkin, so hevur tað ávirkan á børnini. Og tað at gevast í skúlanum hevur stórar negativar avleiðingar fyri heilsuna, bæði sálarliga og likamliga.

Pápin fullur, tvífaldur vandi

Greiningarnar vístu sostatt týðiligt samband millum drekkivanarnar hjá pápanum og vandan fyri, at børnini gevast í skúlanum eftir fólkaskúlan. Drakk pápin tað, sum svarar til 5 ella fleiri gløs av rúsdrekka við sama høvi eina ferð um vikuna ella oftari, vóru sannlíkindini fyri, at børnini góvust í miðnámi ella øðrum skúla eftir fólkaskúlan nógv størri samanborið við støðuna hjá øðrum javngomlum, hvørs foreldur ikki hava sama vana.

Hetta sambandið var galdandi treytaleyst av kyni, læringartrupulleikum, sálarheilsu og egnari rúsdrekkanýtslu. Somuleiðis var tað galdandi treytaleyst av útbúgvingarstiginum hjá foreldrunum.

Granskararnir sóu einki slíkt samband, tá ið talan var um drekkivanarnar hjá mammunum; tað skal tó sigast, at tað vóru ógvuliga fáar mammur í kanningini, sum høvdu hesar drekkivanarnar.

Meiri enn helmingurin av pápunum drekka fimm gløs ella fleiri í minsta lagi eina ferð um mánaðin, meðan meginparturin av mammunum ikki gjørdu tað.

– Tí kunnu vit ikki siga, at drekkivanarnir hjá mammunum er ein vandafaktorur, men vit kunnu heldur ikki útihýsa, at teir hava týdning; tølini eru bara ov smá at siga nakað avgjørt, sigur Burdzovic Andreas.

Eygleiðingarkanning

Hví er samband millum drekkivanarnar hjá pápunum og skúlagongdina hjá børnunum?

Hetta er ein eygleiðingarkanning, sum í útgangsstøði ikki kann siga nakað um orsøk og ávirkan. Kanningin kann sostatt ikki siga nakað avgjørt, um drekkivanarnir hjá pápunum føra til trupulleikar í skúlanum.

Ástøði kundu bent á, at sambandið vísti á annað; tú kanst til dømis hugsa, at hava børnini trupulleikar í skúlanum, so kann tað fáa nógvar pápar at finna ugga í fløskuni.

Ella tað kann vera ein undirliggjandi orsøk, sum ávirkar skúlagongd og drekkimynstur; til dømis at pápi og barn hava somu ílegur fyri bæði drekkivanum og trupulleikum í skúlanum.

Burdzovic Andreas heldur kortini, at tað er orsøk at halda, at drekkimynstrið hjá pápunum hevur ávirkan á skúlagongdina hjá børnunum.

Sannlíkt at drykkjuskapur ávirkar skúlagongdina

– Vit kannaðu drekkivannarnar hjá pápunum áðrenn og aftaná, at barnið var farið í miðnámsskúla, og áðrenn tey áttu at verða liðug við miðnámsútbúgvingina, sigur granskarin.

Tí er tað sannlíkt, at drekkimynstrið ávirkar skúlagongdina, ikki øvut.

Eitt annað er, at sambandið var treytaleyst av bæði trupulleikum at læra og trupulleikum, børnini høvdu, og útbúgvingarstiginum hjá pápunum.

Av tí at tað kunnu vera felags ílegur fyri bæði at drekka og at hava trupulleikar í skúlanum, skuldi mann hildið, at páparnir eisini hava lægri útbúgving. Ella at sambandið serliga var galdandi fyri børn við trupulleikum at læra.

– Men drekkivanarnir hjá pápanum er tað, sum stendur eftir, hóast vit í okkara niðurstøðum hava havt fyrilit fyri øllum hinum viðurskiftunum, sigur Burdzovic Andreas.

– Góð kanning

Ove Heradstveit er granskari við NORCE, sum er ein stovnur, ið kannar rúsevnismisnýtslu. Hann hevur sjálvur granskað í sálartrupulleikum og rúsevnistrupulleikum hjá ungfólki; tó eigur hann ikki lut í umrøddu kanning.

Heradstveit heldur, at umrødda kanningin er álítandi, eitt nú tí at hon hevur dátu frá nógvum luttakarum, og tí at hon brúkar aðra dátu úr øðrum kanningum hesi kanningini.

– Slíkar kanningar eru altjóða sæð ógvuliga sjáldsamar, og tær verða tí roknaðar at vera eitt ógvuliga gott útgangsstøði fyri at kanna ymiskar samanhangir.

Tað at granskararnir hava fyrilit fyri eini røð av viðurskiftum, sum til dømis útbúgvingarstignum hjá pápanum og drekkivanum hjá børnum, ger útslitið álítandi, heldur Heradstveit.

– Eg haldi, at hetta er ein góð kanning; tað er ógvuliga áhugavert, at tað er so týðiligt samband millum, at pápin drekkur seg fullan hvørja viku, og at ungdómurin gevst í skúlanum, sigur hann. Kanningin gevur okkum orsøk at hava eyguni eftir ungfólki, sum koma úr heiminum, har drekkimynstrið er soleiðis, sigur hann

– Eitt sindur av broyting ger stóran mun

Eisini Burdzovic Andreas heldur, at úrslitini kunnu hava stóra ávirkan í praksis.

– Drekkivanarnir hjá pápanum er ein vandafaktorur, sum hevur týdning. Altso, um tað kann verða staðfest, at ílegur ella ávís persónlig eyðkenni hanga saman við størri vanda fyri at gevast í skúlanum, er tað mangan ikki so lætt at gera nakað við, men drekkivanar ber til at broyta.

– Tey vaksnu nýtast ikki at halda uppat at drekka, men tey kunnu royna at drekka minni ella sjáldnari. Tað at drekka eina ferð um mánaðin er til dømis ikki bundið við serliga stóran vanda fyri útbúgvingini hjá børnunum; sama er galdandi fyri, um tú drekkur oftari, men ikki so nógv hvørja ferð.

Kelda: forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni