Tíðindi
04.01.2017
Í føroysku dagstovnalógini stendur, at tað er umráðandi at menna og menta børnini á fullgóðan hátt og í samvinnu við foreldrini geva børnunum eina kristna og siglagsliga uppaling; spyrt tú tær tríggjar, Hjørdis Mariu Henrysdóttur, Katju Frederiksberg og Sunnvør Pattinson Joensen, so halda tær ikki, at lógin er nóg greið.
- Vit siga, at vit skulu møta barninum, har barnið er; tað er ikki minni umráðandi, tá ið talan er um tví- og fleirmælt børn. Vit vita, at børn hava ymiskt støði at byggja á, koma úr ymiskum heimum og nógv hava annað mál og aðra mentan enn føroyskt. Tað eigur ikki at vera soleiðis, at vit tulka lógina ymiskt. Barnarættindasáttmálin hjá ST, sum Føroyar hava undirskrivað, sigur, at øll børn hava rætt til eitt virðiligt lív, og at barnið, sum hoyrir til ein minnilutabólk hevur rætt til sína egnu mentan, trúgv og egið mál. Spurningurin er, um dagstovnalógin leggur nóg væl upp fyri hesum, siga tær tríggjar.
Hjørdis Maria Henrysdóttir, Katja Frederiksberg og Sunnvør Pattinson Joensen lesa námsfrøði á Námsvísindadeildini á fjórða ári; í summar skrivaðu tær bachelorverkætlan um tví- og fleirimælt børn á dagstovnaøkinum. Í sambandi við uppgávuna hava tær kannað, hvussu tví- og fleirmælt børn verða integrerað. Niðurstøða teirra er, at stórur tørvur er á eini integratiónsætlan fyri dagstovnaøkið.
Lesið samrøðu í Skúlablaðnum, sum kom í desember.