Tíðindi
17.11.2016
Skeiðshaldari er Durita Jakobsen, lærari í Tofta skúla. Hon vónar, at skeiðið kann gerast góður íblástur hjá lærarum í enskum:
- Tá heitt varð á meg at halda hetta skeiðið, helt eg, at eg kanska kundi geva øðrum lærarum nøkur amboð, um teir vóru hugaðir at tvinna saman rørslu við undirvísingina í enskum. Hvussu gera vit so tað? Tað kann t.d. gerast við, at tú hevur upphitingar- ella dramarørslur, samstundis sum tú hevur mállæru. Ein annar háttur er eisini, at næmingarnir økja um sítt enska orðfeingi, meðan teir røra seg. Eg havi hugsað mær, at ítøkiliga málið við skeiðinum skal vera, at lærarar fáa íblástur til undirvísing sína, ikki bara frá mær, men eisini frá øðrum lærarum. Vit vita jú, at tað mangan er so, at einstaki lærarin hevur roynt ymiskt, ið aðrir lærarar kunnu læra og fáa gagn av.
Durita hevur verið lærari síðan 2002, og hon hevur havt enskt so at siga á hvørjum ári í síni starvstíð, so hon hevur hollar royndir at byggja á, tá tað ræður um at undirvísa.
- Eg byrjaði sum lærari í einum sjeynda flokki, sum eg so helt fram við upp í hádeildina. Tá eg so aftur fekk ein flokk í miðdeildini í enskum, fór eg undir at brúka Mandy-bøkurnar. Seinni hava vit so fingið Pit Stop-bøkurnar. Um tær er at siga, at meiningin við teimum er góð, og um tú gert tað, ið rátt verður til, eitt nú fyrst at arbeiða við tí sokallaðu “task-book”-bókini, áðrenn farið verður undir sjálva lesibókina, so kann gott úrslit spyrjast burturúr. Men lopið frá Mandy-bókunum, sum næmingarnir enda við í juni, til Pit Stop, sum teir byrja við í august, er ógvuliga stórt. Mær tykir, at har vantar okkurt annað tilfar á vegnum.
Lesið samrøðu við Duritu Jakobsen í Skúlablaðnum, sum kom út 7. oktober.