Tíðindi

Enn eingin fólkaskúli tikið stig til móttøkuflokk

Síðan á heysti 2020 hava skúlar havt møguleika at savna næmingar, sum hava føroyskt sum annaðmál, í móttøkuflokk. Higartil er tað bara Tórshavnar Kvøldskúli, sum hevur stovnað móttøkuflokk

25.03.2022

Ein meting, sum Føroya Lærarafelag gjørdi í november í fjør, sigur, at tað eru í øllum førum 200 næmingar í fólkaskúlaaldri kring alt landið, sum tørvar undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Uttanlands hava vit sæð, at øki ella skúlar skipa móttøkuflokkar, har næmingar, ið eru nøkulunda á sama aldri og hava nøkulunda sama tørv, verða savnaðir eitt tíðarskeið; endamálið við móttøkuflokkum er at seta ferð á menningina av nýggja málinum, sum skal lærast, og integratiónina í samfelagnum.

Grein 5 í kunngerðini um undirvísing í føroyskum sum annaðmál og móðurmálsundirvísing heimildar skúlum at skipa móttøkuflokk, har nógvir næmingar, sum hava tørv á undirvísing í føroyskum sum annaðmál, eru innskrivaðir eitt skúlaár. Næmingabólkar kunnu eisini verða lagdir saman til ein móttøkuflokk. Í stk 2 í somu grein stendur, at skúlar í somu kommunu kunnu samstarva um móttøkuflokk, og somuleiðis kunnu kommunur skipa felags móttøkuflokk. Einasti skúli í Føroyum, ið higartil hevur tikið stig til móttøkuflokk, er Tórshavnar Kvøldskúli. Hann hevur havt undirvísing í føroyskum sum annaðmál á tímatalvuni í fleiri ár, og hann hevur nógvar lærarar við drúgvum royndum á økinum; hetta eru fólkaskúlalærarar og miðnámsskúlalærarar. Í februar í ár tók hann stig til ein móttøkuflokk við 14 næmingum. Felags fyri hesar næmingarnar er, at teir hava hvørki føroyskt ella norðurlendskt sum móðurmál. Teir eru annars innskrivaðir í Eysturskúlanum, Skúlanum á Fløtum, Hoyvíkar skúla og Skúlanum á Argjahamri.

- Tórshavnar Kvøldskúli hevur loftað einum bráðfeingis tørvi við eini royndarverkætlan. Tað er gott, at royndarverkætlanir verða gjørdar á hesum økinum, ikki minst har tilboðið er ætlað teimum eldru tilflytarabørnunum. Henda verkætlanin fer vónandi at vísa, um móttøkuflokkur er ein gongd leið at fara, og um hann setir ferð á integratiónina, sigur Helena Dam á Neystabø, deildarstjóri í Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Royndarverkætlanin í Tórshavnar Kvøldskúla varir fram til summar, og tá verður hon eftirmett. Er tørvur á tí, heldur Tórshavnar Kvøldskúli fram við móttøkuflokki komandi skúlaár, sigur deildarstjórin.

- Tórshavnar Kvøldskúli hevur fingið loyvi at halda fram við tilboðnum, um tey meta, at grundarlag er fyri tí. Hevur onkur fólkaskúli hug at skipa móttøkuflokk komandi skúlaár, hava teir enn møguleika at søkja um tað. Fyri nøkrum árum síðan søkti ein fólkaskúli um at sleppa undir móttøkuflokk, men tað var áðrenn nøkur heimild fyri móttøkuflokki var. Nú er kunngerðin komin, og vit vóna, at hon verður brúkt. Vit vita, at tørvurin á undirvísing í føroyskum sum annaðmál bara veksur. Hugsandi er, at fólkaskúlar fara at taka stigið til móttøkuflokk, nú tað fara at verða fleiri lærarar, sum eru skúlaðir at undirvísa í føroyskum sum annaðmál.

Fleiri kvøldskúlar kring landið hava í fleiri ár havt undirvísing í føroyskum sum annaðmál fyri vaksnum. Royndir vísa, at tað hevur ikki verið heppið at undirvísa næmingum í fólkaskúlaaldri og vaksnum fólki í sama flokki.

Undirvísingin í móttøkuflokkinum í Tórshavnar kvøldskúla er tveir tímar fyrst á morgni; eftir undirvísingina fara teir í skúlan, har teir annars ganga. Allir næmingarnir eru visiteraðir, soleiðis at skúlin veit, hvussu málsliga støðan hjá teimum er. Hetta eru næmingar í 6., 7., 8. og Nám X. Næmingar í 9. flokki eru ikki við, tí teir eru so bundnir síðsta skúlaárið av pensumi og próvtøkum. Enn er ov tíðliga at eftirmeta, hvussu móttøkuflokkurin roynist, men fyrstu eygleiðingarnar eru góðar sambært Helenu Dam á Neystabø.

- Næmingarnir taka væl ímóti undirvísingini, havi eg skilt, og teir vísa ein heilt annað vilja og hugburð at vera í flokkinum, nú næmingar um nøkulunda sama aldur eru savnaðir fyri seg.

Kunngerðin um undirvísing í føroyskum sum annaðmál og móðurmálsundirvísing var lýst 6. oktober 2020. Hon kann lesast her: https://www.kunngerdaportalur.fo/Umbraco/surface/Document/GetDocument?id=3269


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni