Tíðindi

Endamálið við læraraútbúgvingini eigur at standa ovast, tá ið læraraútbúgvingin verður eftirmett

Tað er okkara uppgáva aftur og aftur at vísa á, at vit mugu hyggja at endamálinum og innihaldinum í útbúgvingini, og at útbúgvingin javnan eiga at verða dagførd, soleiðis at hon stendur mát við krøvini, skúlin og samfelagið seta, umframt at hon er á hædd við útbúgvingar í Norðurlondum og livir upp til endamálið við útbúgvingini. Læraraútbúgvingin er ov týdningarmikil fyri okkara samfelag til, at vit bara kunnu lata standa til. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

03.11.2020

At nógv kjak hevur verið um læraraútbúgvingina í kjalarvørrinum á, at hon hevur 150 ár á baki í heyst, fegnast formaður Føroya Lærarafelags um. Kjakið hevur tó fyri tað mesta savnað seg um, í hvønn mun útbúgvingin er ov akademisk ella ikki. Tann spurningurin er ikki líka áhugaverdur, sum spurningurin um, hvørt tann yrkisrættaði parturin av útbúgvingini er nóg góður, og um innihaldið í útbúgvingini annars samsvarar við tey krøv, ið skúli og samfelag seta, heldur Jacob Eli S. Olsen, formaður.

- Alt gott um, at landsstýrismaðurin við skúlamálum ætlar at finna fígging til eftirmeting av Fróðskaparsetrinum og serliga Námsvísindadeildini, men tað er ikki hesa eftirmetingina, vit eftirlýsa. Vit taka fyri givið, at viðurskiftini rundan um tann akademiska partin av útbúgvingini eru í lagi, og at hann samsvarar við altjóða krøv til námsvísindaligan lestur. Tað, sum vit sóknast eftir, er, at vit meta um, hvørt læraraútbúgvingin hevur neyðuga sambandið við endamálið við útbúgvingini, ið er at útbúgva lærarar til føroyska fólkaskúlan, og út frá hesum kunnu vit meta um innihaldið í útbúgvingini og karmarnar, hon hevur at virka undir.

Tað er ikki nýtt, at Lærarafelagið varpar ljós á innihaldið í læraraútbúgvingini og setir spurnartekn við, hvørt tað er í nóg góðum samsvari við tað samfelag, vit hava. Felagið hevur nevniliga í rúma tíð sett spurningar við, um og á hvønn hátt innihaldið í útbúgvingini samsvarar við lærarayrkið, endamálsorðingina í fólkaskúlalógini, námsætlanirnar og tað samfelag, vit hava og vilja hava. Hetta eru stórir spurningar, ið vit eiga at seta javnan, heldur Jacob Eli S. Olsen, tí tað er avgerandi, at læraraútbúgvingin alla tíðina er dagførd og svarar til samfelagið, vit liva í, og tann fólkaskúlan, ið vit vilja hava í framtíðini.

- Høvuðsendamálið við útbúgvingini er at útbúgva lærarar til fólkaskúlan, ið er ein grund undir føroyska samfelagnum, men soleiðis sum skipanin er í løtuni, er mín meting, at útbúgvingin kundi rokkið hesum aðalmáli munandi betur. Læraraútbúgvingin sæst aftur í hvørjum einasta heimi í Føroyum, hjá hvørjum einasta íbúgva, og hon er eitt grundarlag undir øllum samfelagnum. Tí mugu og eiga vit at eftirmeta læraraútbúgvingina og karmarnar, sum útbúgvingin hevur undir Setrinum. Hóast vit vísa á, at verandi skipan kundi verið betri, so snýr tað seg ikki bara um at bakka til tað, sum var, tí gamla læraraútbúgvingin hevði eisini sínar veikleikar, men sanniliga eisini sínar styrkir. Lærarafelagið er sjálvsagdur partur í tilgongdini at menna útbúgvingina, tí vit hava bæði førleikar og áhuga í at fáa tað besta burturúr. Tá ið tað er sagt, høvdu vit fegin sæð ein størri áhuga frá bæði Setrinum og Námsvísindadeildini at taka okkum, sum yrkisrættaðan part, við í arbeiðið. Vit ætla okkum á ongan hátt at helma í at vísa á viðurskifti, sum vit meta kunnu gerast betri, sigur Jacob Eli S. Olsen.

Tá ið útbúgvingin í 2008 var løgd undir Fróðskaparsetrið, var hon umskipað til bachelorútbúgving, og akademiskur lesnaður gjørdist týðandi partur av útbúgvingini. Tað er eingin andsøgn í, at læraraútbúgvingin er bæði akademisk og yrkisrættað, heldur Jacob Eli S. Olsen. Avbjóðingin er heldur at tvinna báðar partar saman til eina sterka heild.

- Vit mugu hyggja nærri at tí yrkisrættaða partinum, og hvussu útbúgvingin sum heild passar til fólkaskúlan og samfelagið, vit hava og vilja hava. Samanbera vit akademiska og yrkisrættaða partin við nakrar træðrir, sum skulu tvinnast saman til eitt tog, so er tann akademiski tráðurin tjúkkur, meðan tann yrkisrættaði er alt ov tunnur, eintáttaður og veikur. Hesin tráðurin eigur og má verða nógv tjykri, og um togið skal verða sterkt, so mugu træðrirnir flættast væl saman. Tað er hetta, sum ikki riggar so væl í verandi bygnaði, yrkisrættaði parturin er ov veikur og eintáttaður og má hanga betur saman við akademiska partinum. Hetta vísa læraralesandi eisini á, og vit fara at varpa ljós á veikleikan, til vit verða hoyrd.

Tað er uppgávan hjá Fróðskaparsetri Føroya, sum Námsvísindadeildin er ein partur av, at greiða Føroya Løgtingi, sum fíggjar útbúgvingina, frá, hvussu tey skipa útbúgvingina, soleiðis at hon á besta hátt kann útbúgva lærarar til okkara skúla og samfelag nú og í framtíðini. Men tað er eisini uppgávan hjá løgtinginum at greiða frá, hvønn fólkaskúla og harvið hvørja læraraútbúgving, ið vit vilja hava.

- Øll evni og mál viðvíkjandi fólkaskúlanum, sama um tað er lærugreinabýti, námsætlanir ella annað, krevja drúgva viðgerð og hoyringar frá øllum pørtum, um broytingar skulu gerast. Tað er ein drúgv tilgongd, og vit eiga at geva hesum tíð og ikki skunda nakað ígjøgnum. Tá ið alt er viðgjørt væl og virðiliga, eigur landsstýrisfólkið við skúlamálum at leggja uppskot fyri tingið um ætlaðar broytingar og tillagingar. Upp í kjakið hoyra eisini spurningar, so sum um vit vilja hava stórar og smáar skúlar í Føroyum, um vit vilja hava nøktandi tal av læraralesandi at velja einstakar linjulærugreinar; vil løgtingið hava hendan fólkaskúlan, so má útbúgvingin leggja upp fyri tí. Summar linjulærugreinir, til dømis handaligar lærugreinar, detta sum er burtur ímillum, tí at aðrar, sum ikki eru lærugreinafak, eru skipaðar. Útbúgvingin skal vera soleiðis, at tú fyrst ert lærari og lærir teir førleikar, ið hartil hoyra, og síðan at tú hevur linjulærugreinir og servitan, ið tú byggir omaná, tí soleiðis er dagliga læraraarbeiðið.

Landsstýrismaðurin við skúlamálum hevur eisini heitt á Fólkaskúlaráðið, har formaður felagsins  í hesi setu er valdur sum eitt av umboðunum, um at viðgera læraraútbúgvingina, og tað fegnast Jacob Eli S. Olsen um.

- Í eftirmetingini, sum vita sóknast eftir, eiga allir avvarðandi partar at verða hoyrdir. Tað er Námsvísindadeildin og Fróðskaparsetrið, Lærarafelagið, skúlaleiðarar, læraralesandi, løgtingsfólk og onnur.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni