Tíðindi

Ellivu vilja vera skúlastjóri í Skúlanum á Trøðni

Tá ið freistin ígjár var úti at søkja starvið sum skúlastjóri í Skúlanum á Trøðni, vóru ellivu umsóknar komnar.

23.04.2025

Skúlin á Trøðni skal hava nýggjan stjóra. Jan Christiasen, sum hevur verið stjóri seinastu tjúgu árini, fer frá fyri aldur. Nýggi stjórin tekur við 1.august ella skjótast til ber eftir tað.

Í Skúlanum á Trøðni eru skúlaárið 2024/25 í alt 70 næmingar innskrivaðir í skúlaaldri til 18 ár. Starvsfólkaliðið í Skúlanum á Trøðni telur um 40 ársverk.

Skúlin á Trøðni er einasti serskúli í landinum. Hann er á fíggjarlógini sum sjálvstøðugur skúli við stjóra, stýri og upptøkunevnd.

Komandi skúlaár byrjar heildagstilboð til næmingar í ovaru lonini í skúlanum. Málbólkurin til heildagstilboðið eru børn, ið hava gagn av, at skúli og frítíðartilboð eru á sama stað, at fast toymi av starvsfólkum eru um næmingarnar, við samanhangandi námsfrøði og mannagongdum. Heildartilboðið fevnir um bæði skúla og frítíðartilboð. Nýggi skúlastjórin hevur evstu leiðslu av samlaða heildagstilboðnum.

Setanarøkið er undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum við fyribils tænastu í Skúlanum á Trøðni.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni