Tíðindi
18.03.2016
Granskarar í USA hava gjørt eina stóra kanning, har familjur í túsundatali hava tikið lut. Foreldur eru spurd, hvussu tey blanda seg upp í skúlagongdina hjá børnum sínum. Síðan eru foreldrini býtt sundur í ymisk sløg av foreldraatferð, sum til dømis foreldur, ið hjálpa við skúlatingunum, foreldur, sum tosa við børnini um skúlan og foreldur, sum lesa fyri børnunum. Foreldrini vóru eisini býtt sundur eftir tjóðskapi og sosiobúskaparligum viðurskiftum. At enda vóru úrslitini tvinnað saman við royndarúrslitini hjá børnum teirra og skoðsmálunum, tey hava fingið í lesing og støddfrøði.
- Flestu sløgini av foreldraatferð høvdu onki at siga fyri, hvussu børnini klára seg í skúlanum, og tað kom ógvuliga óvart á okkum, sigur Keith Robinson, sosiologur og granskari á Universitetinum í Texas.
Í eini tíðargrein í The New York Times skriva granskararnir, ið hava gjørt kanningina, at blanda foreldrini seg nógv upp í skúlagongdina hjá børnunum sínum, kann tað hava neiliga ávirkan á, hvussu børnini klára seg fakliga í skúlanum. At hjálpa børnunum við skúlatingunum hevur sambært kanningini neiliga ávirkan á úrtøkuna hjá børnunum.
- Foreldur fáa at vita, at jú meiri tey blanda seg upp í skúlagongdina hjá børnunum, betur klára børnini seg. Men kanska skulu foreldur blanda seg minni og heldur savna seg um tað, sum hevur jaligt árin. Tað, sum vísir seg hava jaliga ávirkan á skúlagongdina, er til dømis at vænta av børnunum, at tey fara at nema sær hægri útbúgving, at tosa um skúlan við børnini og at krevja ávísar lærarar til børnini. Størst týdning hava væntanirnar hjá foreldrunum um, at børnini fara at nema sær hægri útbúgving. Tað er meiri ein hugburður enn ein atferð, men hesin hugburðurin sæst aftur í atferðini hjá foreldrunum, sigur Keith Robinson.
Úrslitini í kanningini hjá Keith Robinson og hinum granskarunum elvdu til heitt kjak í USA, og teir hava fingið nógvar ákoyringar, bæði frá leikum og lærdum. Aðrir granskarar hava funnist at kanningini og hava sett spurnartekin við háttin, hon er gjørd. Keith Robinson vísir atfinningunum aftur.
- Vit fóru undir kanningina, tí kanningarnar, sum eru gjørdar av týdninginum hjá foreldrum, peika í allar ættir. Vit vistu ikki frammanundan, hvat úrslitið av kanningini fór at vera. Tað er eingin ivi um, at foreldur hava týdning fyri skúlagongdina. Tað snýr seg bara um at greiða foreldrum frá, hvat er gagnligt og hvat er ikki.
Kelda: Utdanning, 2015