Tíðindi

Eitt vet færri umsóknir til Setrið, men eitt vet fleiri til læraraútbúgvingina

Tá umsóknarfreistin var úti mánakvøldið á midnátt, vóru 379 umsóknir komnar um lestrarpláss á Fróðskaparsetri Føroya næsta lestrarár. Talið á umsóknum í ár er á eini góðari leið, heldur leiðslan á Setrinum, hóast talið er eitt vet - 2,5 prosent - minni enn í fjør. 379 umsóknir eru komnar til lestrarárið 2024/25 samanborið við 389 í fjør.

05.07.2024

Færri hava søkt inn á námsvísindi og sjúkrarøktarfrøði, meðan læraraútbúgvingin og búskaparfrøði hava væl fleiri umsóknir enn undanfarnu tvey árini. 73 umsóknir eru komnar til læraraútbúgvingina.

Vert er eisini at leggja til merkis, at áhugin fyri masterlestri á Setrinum er vaksin fitt. Til dømis hava heilsuvísindi og samfelagsvísindi og stjórnmálafrøði nógv fleiri umsóknir enn seinast.

Eisini skal nevnast, at fleiri av útbúgvingunum bara verða bodnar út annaðhvørt ár, og tað ávirkar tølini. Til dømis varð bachelor í løgfrøði ikki boðin út í ár, og tann útbúgvingin fekk heilar 58 umsóknir í fjør.

Arbeitt verður nú við at viðgera umsóknirnar, og umsøkjarar fáa svar um upptøku í seinasta lagi 12. juli.

Kelda: setur.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni