Tíðindi

Eitt frálíkt lív í einum fimum likami

- Tá ið fimleikur ikki er á tímatalvuni hvønn dag, kunnu skúlarnir geva næmingunum møguleika at menna hesi fimi í spælinum í fríløtunum. Jacob Eli Olsen, lærari og nevndarlimur í Føroya Lærarafelag, skrivar

30.12.2016

Tá ið eg vitji í útlondum, leggi eg ofta leiðina fram við fólkaskúlum. Tað er stuttligt og áhugavert at síggja skúlar og at eygleiða, hvussu tey velja at innrætta skúlan og økið uttan um skúlan. Ein munur, ið eg havi varnast, er, hvussu nógv skúlarnir í grannalondunum hava gjørt við økini uttan um skúlarnar samanborið við skúlarnar í Føroyum. Skúlarnir hava stór øki úti til næmingarnar at spæla á í fríløtunum. Økini eru bygd serstakt til grunddeild, miðdeild og hádeild. Og í hvørjum øki er natúrliga lendið brúkt, og klatriborgir settar upp, so at næmingarnir hava nógvar møguleikar til rørslu at velja ímillum.

Í føroyska fólkaskúlanum eigur alt virksemi at verða skipað í samsvari við endamálsorðingina í fólkaskúlalógini. Sambært henni er tað uppgávan hjá fólkaskúlanum at stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini. Ein stórur partur av hesum arbeiði er at menna sosialu førleikarnar hjá næmingunum og at menna næmingin í mun til fakligu førleikamálini. Hetta arbeiði er avgjørt viðkomandi fyri menningina hjá einstaka næminginum. Men fólkaskúlin eigur eisini at stuðla einstaka næminginum í fjølbroyttu, likamligu menningini, og hetta arbeiði kann skipast betur.

Ein partur av arbeiðinum at menna likamligt fimi hjá tí einstaka fer fram í undirvísingini í ítrótti. Men ítróttur er bert tveir tímar um vikuna, og tað er trupult at náa einstaka næminginum og at venja nakað likamligt fimi í so málda tíð. Næmingarnir eiga at venja likamligt fimi og rørslur í skúlanum hvønn dag. Tá ið fimleikur ikki er á tímatalvuni hvønn dag, kunnu skúlarnir geva næmingunum møguleika at menna hesi fimi í spælinum í fríløtunum.

Tá ið næmingarnir hava fríløtur í skúlanum, so er skúlagarðurin karmur um virksemið. Nógv av økjunum uttan um skúlarnar í Føroyum eru slættir, asfalteraðir garðar. Eg havi ikki møtt nakrari grundgeving fyri hesi asfalteraðu raðfesting, og eg undrist á alt asfaltið. Um næmingarnir skulu menna likamligt fimi, eiga næmingarnir at hava møguleikar at ganga og renna, á sløttum og í brøttum, at klatra og grulva, leypa, mala og mangt annað. Slætta asfaltfløtan avmarkar møguleikarnar hjá næmingunum, tá ið teir skulu menna kropsligt fimi í leiki. Eg undirvísti eitt ár í einum fólkaskúla í Danmark; tann skúlagarðurin hevði nógvar møguleikarnar til rørslu. Har sá eg, hvussu næmingarnir stuttleikaðu sær í væl útbygda skúlagarðinum, og hvussu teir mentu likamligt fimi í leiki.

Skúlarnir í Føroyum kunnu læra nógv av skúlagørðunum í grannalondunum. Eg vil tí heita á nývaldu bygda- og býráðini at hugsa um skúlagarðarnar í teirra kommunu í komandi valskeiði. Íløgan í ein skúlagarð er ein eingangsíløga, sum gagnar skúlanum, næmingunum og grannalagnum í nógv ár. Um næmingarnir menna likamligt fimi, fer tað eisini at stuðla teimum í fjølbroyttu, persónligu menningini. Og tað, vit læra, og teir vanar, vit fáa sum børn, eru grundin undir einum góðum vaksnum lívi.

Sjónarmiðið hevur staðið í Skúlablaðnum, sum kom 2. desember.
 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni