Tíðindi

Einsamøll við allari ábyrgd

Signy Alexia Hermansen er fyrstilærari í Kaldbaks skúla. Hon hevur verið varaskúlastjóri í Skúlanum á Giljanesi í Vágum við 310 næmingum og 34 lærarum umframt stjóra, varastjóra og skrivara. Nú er Signy fyrstilærari – sum tað eitur í smáskúla – í tí lítla skúlanum í Kaldbak við 29 næmingum og fýra lærarum

03.11.2016

Signy var varaskúlastjóri á Giljanesi, inntil hon tók við sum fyrstilærari í Kaldbak við skúlaársbyrjan í ár.

- Sjálvandi var tað útgreinað har vesturi, hvat hvør skuldi gera, bæði í leiðslu og tímum hjá lærarum. Tað gekk fínt, og tað var eitt deiligt arbeiði, sigur Signy.

Kortini valdi hon starvið sum fyrstilærari í Havn, tí at soleiðis var hon nærri sínum – manni og børnum – sum búgva í Havn. Men nú situr hon so at siga púra einsamøll við allari ábyrgd í skúlanum í Kaldbak, umframt at hon undirvísir 20 tímar um vikuna og røkir allar leiðsluuppgávur. Sum varaskúlastjóri har vesturi undirvísti hon ein tíma um vikuna og hevði annars úr at gera við at røkja varaskúlastjórastarvið. Tað vil siga, at alt, sum hevur við kommununa, alt, sum hevur við Mentamálaráðið, Sernám, barnavernd og viðurskiftini hjá lærarunum at gera, var brádliga hennara ábyrgd at røkja og avgreiða.

Til alt hetta hevur Signy sjey tímar um vikuna, og alt fyri minni løn enn hon fekk sum varaskúlastjóri á Giljanesi. Hetta valdast talið á næmingum, og hvat fyri stjóra talan er um.

- Eg eri bara fyrstilærari, tí fái eg minni løn enn um eg var varaskúlastjóri á einum øðrum, stórum skúla.

Men, Signy hevur sum nevnt mann og børn í Havn. Tí søkti hon starvið sum fyrstilærari í Kaldbak.

- Sum fyrstilærari er mann skjótt útbrendur, tí ábyrgdin er so víðfevnd.

Hon hevur verið fyrstilærari í Kaldbak í eitt hálvt ár, men hon følir beint nú, at hon verður ikki verandi her í meira enn tvey ár í mesta lagi, tí ábyrgdin er so stór. Meðan hon undirvísir, kann telefonin ringja, tí hennara ovasti hattur er fyrstilærari. Hon er ikki lærari fyrst og fremst. Hon er fyrst og fremst fyrstilærari. Hon skal altíð vera til taks. Eisini tá ið ein annar lærari hevur trupulleikar í einum øðrum flokki. So skal hann koma eftir Signy. Sjálvandi skal hon loysa trupulleikan, men eftir sita næmingarnir, sum hon undirvísir samstundis.

Signy sigur ikki hetta bara fyri at grenja. Hon vísir á nøkur viðurskifti, sum minna um tey hjá til dømis Strandfaraskipum Landsins. Tað er nógv meir at gera umborð á Rituni enn á Smyrli, men tignin er munandi lægri á Rituni, og sostatt lønin eisini.

Signy sigur: "Eg elski mítt arbeiði, men ..."

Myndin:

Signy A. Hermansen hevur verið fyrstilærari í Kaldbak í eitt hálvt ár. Hon følir beint nú, at hon verður ikki verandi her í meira enn tvey ár í mesta lagi, tí ábyrgdin er so stór

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni