Tíðindi

Einki svar frá Próvstovuni ella úr MMR

- Tað verður sagt, at vit eiga at granska meiri í okkara egnu viðurskiftum, og í tí eri eg púra samd, men tað er ikki bara sum at siga tað at fáa atgongd til tilfar at granska í, hóast tað er til, ella at koma í samband við tey, sum geva loyvi til slíkt. Tað má eg ásanna, tí eg søkti um atgongd til próvtøkustílar hjá 9. flokki í januar í ár, men enn havi eg einki svar fingið, sigur Lydia Didriksen, sum lesur MA í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya.

10.10.2016

Í januar í ár søkti Lydia Didriksen bæði Próvstovuna og MMR um atgongd til eitt úrval av próvtøkustílum hjá 9. floks næmingum, soleiðis at hon kundi skriva endaligu ritgerðina á Fróðskaparsetrinum um mál- og skriviførleikan hjá næmingum. Hon rykti til fánýtis eftir svari, men tá ið hon einki svar hevði fingið tveir mánaðir seinni, mátti hon sleppa ætlanini, tí freistin at velja evni fór.
- Tá ið stjórin á Námi og fulltrúin á Próvstovuni í nýggjasta Skúlablaðnum siga, at um onkur hevur hug at granska, kann viðkomandi fáa atgongd til alt, sjálvandi undir tagnarskyldu, so undrist eg. Nú eru skjótt 9 mánaðir farnir, síðan eg søkti, og eg havi enn einki svar fingið, sigur Lydia Didriksen.

Í samrøðu nýggjasta í Skúlablaðnum greiða Regin Marnersson, stjóri í Námi, og Óli Jákup Joensen, fulltrúi á Próvstovuni, frá svar.fo, sum er ein stórur hagtalsgrunnur, sum kann vera við til at bøta um læringina, vísa skúlaleiðslum á menningarmøguleikar og vísa embætisfólki og politikarum, hvørjar ábøtur eru neyðugar. Allir fólkaskúlarnir í landinum eru við í skipanini við talgildum royndum, og tær kunnu tí vera støði undir nógvum, áhugaverdum granskingarverkætlanum, sum kundu verið brúktar til at bøta um bæði undirvísing, undirvísingartilfar og útbúgvingina av lærarum.
- Tað liggja ótrúliga stórir granskingarmøguleikar í skipanini. Hevur onkur hug at granska, kann viðkomandi fáa atgongd til alt, men hann/hon hevur tagnarskyldu og kann ikki miðla alt víðari, tí fólkaskúlalógin hevur nakrar avmarkingar fyri, hvat kann almannakunngerast, sigur Regin Marnersson í Skúlablaðnum.

Í umsókn síni hevur Lydia Didriksen grundgivið fyri, hvussu hon ætlar at brúka stílarnar. Áðrenn hon sendi umsóknina, spurdi hon løgfrøðing til ráðs, soleiðis at tað greitt kemur fram í umsóknini, at allar upplýsingar verða anonymiseraðar.
- Eg havi altíð havt serligan áhuga fyri skriviførleikum og ætlaði tí at kanna próvtøkustílar, sum næmingar í 9. flokki kring alt landið hava skrivað; tó skuldi eg ikki vita, hvør hevur skrivað, bara um tað var genta ella drongur. Eg hevði væntað vælvild og áhuga úr MMR, men má bara staðfesta, at so var ikki. Tað tykist løgið, at føroyski skúlamyndugleikin hevur so lítlan áhuga fyri gransking. Í hinum Norðurlondunum verður støðugt granskað í skrivligu próvtøkuavrikunum hjá næmingunum, tí hesi avrikini geva myndugleikunum eina breiða vitan um málsliga førleikan hjá næmingunum. Tað hevur ikki eydnast mær til at fingið at vitað, hví eg einki svar havi fingið, ella um onkrar forðingar eru, tó at eg havi sóknast eftir svari fleiri ferðir.

Hóast Lydia Didriksen ikki skrivaði MA-ritgerðina um mál- og skriviførleikan hjá 9. floks næmingum, hevur hon ikki slept evninum.
- Málsligi førleikin hjá okkara ungu er nógv uppi í tíðini. Fyri alt undirvísingarverkið eigur tað at vera ein fongur, at mál- og skriviførleikin hjá 9. floks næmingum kring landið verður granskaður, tí tað kann geva innlit í, hvussu orðfeingið hjá teimum ungu er, og hvussu undirvísingin sampakkar við námsætlanina. Eg havi rættað stílar, síðan eg gjørdist lærari fyri nú nógvum árum síðan, eisini fyri MMR, og í tí arbeiðinum havi eg sæð, at nógv áhugavert og týðandi tilfar liggur í stílunum, sum næmingar skriva, eisini vitan um málførleikar. Eg havi serliga verið áhugað í stílum, sum eru skrivaðir eftir 2012, tá ið námsætlanirnar komu í gildi, tí hesir stílar umframt málsliga førleikan kunnu vísa, hvussu munnliga undirvísingin speglast aftur í stílunum, og fyri at fáa staðfest, um vitanin hjá næmingum um bókmentasløg og annað innan bókmentir sæst aftur í stílunum. Verður granskað í hesum, er hetta eitt nám, sum kann geva skúlaverkinum nógv.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni