Tíðindi
20.03.2025
Herfyri legði Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, uppskot til samtyktar um ikki at loyva fartelefonini í skúlanum. Í dag hevur onnur viðgerð verið av uppskotinum. Uppskotið fall við greiðum meiriluta.
- Sosiala eksperimentið við fartelefonini, sum hevur koyrt uttan steðg í mong ár eftirhondini, skal steðga, og fólkaskúlin er tað staðið, har vit saman kunnu byrja. Vit taka ikki frælsi frá børnunum og teimum ungu á henda hátt – nei, vit geva teimum frælsi. Tað er møguligt, at tey ikki duga ikki at síggja virðið í tí her og nú, men vit vaksnu eiga at vita betur. Tað eru foreldrini og tey avvarðandi, ið skulu syrgja fyri, at reglurnar verða yvirhildnar, og at teirra barn ikki hevur telefonina við. Tað er hvørki rætt ella rímiligt, at lærarin skal ganga og taka telefonirnar inn hvønn einasta morgun. Og tað er heldur ikki rætt, at skúlin skal liggja inni við telefonum fyri hundraðtúsundavís, ja, í summum førum allarhelst eisini milliónavís av krónum hvønn einasta dag, segði tingmaðurin í viðmerkingunum til uppskotið.
Lærarafelagið hevur mælt frá at seta forboð við lóg fyri fartelefon í skúlanum.
- Skúlarnir hava fingið heimild at tálma nýtsluni av fartelefon í skúladegnum í kunngerðini um atferðarreglur í fólkaskúlanum, sum landsstýrisfólkið lýsti í oktober í 2024. Í kunngerðini er ein nýggj áseting um at “tálma fartelefonnýtslu í skúladegnum”. Saman við kunngerðini er eisini eitt tilmæli til atferðarreglurnar, sum ásetur, at “fartelefonnýtsla verður avmarkað so nógv sum til ber í skúladegnum, so at meginreglan verður, at næmingarnir ikki nýta fartelefon, hvørki í undirvísingartímum ella fríkorterum,” segði Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, í grein í vikuni.
Tá ið avtornaði mælti ein greiður meiriluti í mentamálanevnd løgtingsins frá at samtykkja lógaruppskotið um fartelefonbann í løgtinginum, og seinnapartin í dag fall uppskotið.
Tað ber til at lesa skjøl í málinum og lurta eftir orðaskiftinum her
Lesið eisini, hvussu tey handfara fartelefonina í Skúlanum í Eysturkommunu her og í Sørvágs skúla her.
Mynd: kvf.fo