Tíðindi

Eingin útmelding um forskúla frá mær

- Hava kommunur orku og yvirskot til at seta forskúla á stovn, er tað upp til tær, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í skúlamálum.

30.01.2017

Seinastu árini eru fleiri forskúlar komnir; skúlastjórar og fyrisitingar í kommunum, sum Skúlablaðið hevur tosað við, eftirlýsa eina almenna útmelding um, hvørt vit eiga at hava forskúla ella ikki. Mangan eru fólk á staðnum ikki samd um spurningin; ein spurnarunda, sum Skúlablaðið gjørdi í heyst, vísti, at skúlin mangan er fyri, meðan kommunustýrislimir ivandi ella ímóti.

Landsstýriskvinnan fer ikki at eftirlíka skúlastjórunum og kommunufyrisitingunum og koma við eini almennari útmelding um, hvørt vit eiga at hava forskúla ella ikki.
- Sum útbúgvin lærari eru tað mínar royndir, at vit hava ikki børn, sum eru farin ov seint í skúla; heldur hava vit nógv børn, sum eru farin ov tíðliga í skúla. Halda kommunurnar, at tey hava eitt gott tilboð til børn undir skúlaaldri, so er tað gott. Eg vil nógv heldur, at børn ganga í einum góðum dagstovni øll tey árini tey skulu, og síðan halda fram í einum góðum skúla. Hava kommunur orku og yvirskot til at skipa serlig tilboð ella gott tilknýti millum dagstovn og skúla ella forskúla, so er tað upp til tær. Forskúli er eftir mínum tykki at seta skúlaaldurin niður, og eg fari ikki at arbeiða fyri at seta skúlaaldurin niður. Haldi at vit heldur skulu arbeiða fyri at hava eitt gott dagstovnatilboð og eitt gott skúlatilboð.

Til samans er 206 forskúlanæmingar hetta skúlaárið. Í Eiðis skúla eru 10 næmingar í forskúla, í Runavíkar kommunuskúla 36 næmingar, í Sankta Frans skúla 47 næmingar, í Skúlanum á Argjahamri eru 23 næmingar, í Eysturkommunu eru 35 næmingar, í Frískúlanum Kelduni eru 13, í Lítlaskúla eru 13 næmingar og í Skála skúla eru 7 næmingar. Til 2010 var tað bara Sankta Frans skúli í Havn, sum hevði forskúla; Skúlaspírin í Eysturkommunu er tann fyrsti, sum kom eftir tann í Sankta Frans, sum hevur hálva øld á baki, og síðan eru teir vorðnir 8 í tali.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni