Tíðindi

Eingin áhugi fyri forskúla í Hoyvík

Hoyvík er tað økið í landinum, sum hevur havt ein tann størsta fólkavøksturin seinastu árini, og nógvar barnafamiljur búgva í Hoyvík. Hóast tveir skúlar eru í Hoyvík, er einki ynski komið haðani um forskúla.

23.12.2024

Eitt tilboð, sum seinastu árini hevur verið nógv umrøtt og viðgjørt, er tilboðið um forskúlar.

-  Tórshavnar kommuna hevur samtykt, at tilboð um forskúlar skal vera í kommununi, men tað er upp til skúlarnar sjálvar at gera av, um tørvur er á forskúla, og nær teir meta seg at vera til reiðar. Tað merkir, at kommunan skal skapa karmarnar soleiðis, at teir skúlar, sum hava eitt ynski um forskúla, kunnu fáa sítt ynski eftirlíkað, sigur Heini Gaard, leiðari á Mentamáladeildini hjá Tórshavnar kommunu.

Í løtuni eru fýra forskúlar í kommununi. Teir eru í Skúlanum á Fløtum, í Skúlanum á Argjahamri, í Kaldbaks skúla og í Sankta Frans skúla, sum í mong ár var privatskúli hjá nonnunum, men nú er kommunalur. Tó hava aðrir skúlar havt ítøkiligar ætlanir um forskúla. Eysturskúlin søkti og fekk loyvi og hevði gjørt hølini til reiðar. Men tá til stykkis kom, vóru ov fáar tilmeldingar. Sambært fólkaskúlalógini er tað ein treyt, at í minsta lagi 12 næmingar eru í forskúlanum. Bara fýra næmingar vóru teknaðir til forskúlatilboðið í Eysturskúlanum, sum tí datt niðurfyri og varð av ongum í fyrsta umfari.

Tó eru ávís undantøk givin við heimild í lógini og við játtan frá Undirvísingarstýrinum. Undantak varð í síni tíð latið táverandi frískúlanum í Havn, sum hevði forskúla, hóast færri enn 12 næmingar vóru í forskúlanum. 

Ábendingar eru annars um, at nýggjur forskúli er á veg í Kollafirði. Kollafjarðar skúli hevur søkt um loyvi at fara undir forskúla, og kommunan hevur gingið hesum ynski á møti. Men enn restar nakað í, tí hølisviðurskiftini eru ógreið. Miðað verður eftir, at børn í Kollafirði sleppa í forskúla, tá ið skúlarnir byrja aftur eftir summarfrítíðina næsta ár – tað er skúlaárið 2025/26. Tað er tó treytað av, at nóg nógv børn verða teknað í forskúla. Ta avgerðina eiga foreldrini.

Heini Gaard sigur, at Mentamáladeildin í løtuni hevur ikki aðrar fyrispurningar ella áheitanir um forskúla. Áhugin er kanska ikki so stórur í løtuni, heldur hann og vísir á, at forskúli ofta er tætt tongdur at ymsum siðvenjum á skúlum og í økinum, har skúlin er. Tað veldst til dømis um, hvussu væl stillaðir ansingarstovnararnir í nærumhvørvinum eru.

- Er talan um vælvirkandi ansingarstovnar, har børnini trívast, er tað okkara varhugi, at foreldur eru meira varin og lata barnið halda fram í skúlabólkinum á ansingarstovninum, heldur enn at tekna barnið í forskúla, sigur hann.

Ein skúlabólkur á ansingarstovni er bólkur fyri tey børn, sum hava forskúlaaldur, men framvegis eru á ansingarstovni.

At ynski um forskúla er tongt at siðvenjum, er Hoyvík eitt dømi um, heldur Heini Gaard. Hoyvík er tað økið í landinum, sum hevur havt ein tann størsta fólkavøksturin seinastu árini, og nógvar barnafamiljur búgva í Hoyvík. Hóast tveir skúlar eru í Hoyvík, er einki ynski komið haðani um forskúla.

Les alla samrøðuna, sum Jákup Bogi Joensen hevur gjørt, í Skúlablað nr 5, 2024.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni