Tíðindi
08.01.2016
Tá ið umsóknarfreistin til starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla var úti tann 13. august 2015, vóru 3 umsóknir komnar til starvið. Avgjørt var at endurlýsa starvið, tí ynskiligt var at hava fleiri umsóknir at velja ímillum. Freistin at søkja starvið var 20. okt. 2015. Eingin nýggj umsókn kom til starvið. Ein av teimum trimum umsøkjarunum tók umsóknina aftur, og tí varð umhugsað at lýsa starvið leyst av nýggjum enn einaferð.
Fyribilssettur skúlastjóri hevur røkt skúlastjórastarvið síðani 1. august 2015 og hevur ein fyribilssettur skúlastjóri í tíðarskeiðnum, hann er settur skúlastjóri, fullar heimildir at taka avgerðir í øllum málum, sum starvið sum skúlastjóri inniber.
Tímatalva og ráðlegging skúlans eru gjørd eftir galdandi reglum fyri skúlaárið 2015/16. Tað er ikki ein ókend støða í fólkaskúlanum, at broytingar verða gjørdar bæði í virksemisætlan og tímatalvu orsakað av ymsum viðurskiftum sum sjúku, barnsburði, ella at lærarar fara í annað starv. Mentamálaráðið heldur, at skúlin hevur verið í tryggum hondum. Varaskúlastjórin hevur røkt starvið sum settur skúlastjóri, og lærari við drúgvum royndum sum bæði lærari og skúlastjóri hevur røkt varaskúlastjórastarvið, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri.