Tíðindi
21.03.2017
Arnfinnur Bjarkhamar, fyrstilærari í Sumbiar skúla við sínum 25 næmingum og trimum lærarum, segði í eini grein í Skúlablaðnum summarið 2014, at smáskúlarnir høvdu onga framtíð og livdu upp á lánta tíð. Spurningurin var ikki, um smáskúlarnir fóru at verða stongdir, men nær, ið tað fór at henda.
Kortini vóru glottar at hóma seinast í greinini, tí at mentamálaráðharrin tá, Bjørn Kalsø, segði, at so leingi hann var landsstýrismaður í mentamálum, fóru skúlar sum Sumbiar skúli ikki at verða niðurlagdir. Hann segði seg vóna, at sumbingar fóru at seta føtur í spenni, um politiska skipanin um kanska fá ár ætlaði at steingja Sumbiar skúla.
"Skúlin er seinasta vón at halda lív í smáu bygdunum (...) fer skúlin úr bnygdini, fer eisini stórur partur av sálini úr bygdini," segði Bjørn Kalsø, og nú er líkt til, at politisku skipanin grettir ikki orð um at steingja nakran smáskúla sum tann í Sumba.
Arnfinnur Bjarkhamar, fyrstilærari, sigur, at var tað so, at børnini í 1. flokki í Sumba fóru til Vágs, so hevði tað samanhaldið, sum eyðkennir Sumba, ikki verið har.
- Tey eru hóast alt saman í 1., 2., 3., 4., 5., 6. og 7. flokki, ha! Tey eru saman her, og fóru tey til Vágs í 1. klassa, vóru tey saman við vágsbørnum og kanska fingu onkran vin í Vági í staðin fyri at halda saman her suðuri, leggur hann áherðslu á.
Veruleikin er, at tey halda saman í Sumbiar skúla og í bygdini annars. Sumbiar skúli fjálgar um ta traditiónstíku kvæðamentanina í Sumba. Eitt samanhald, ið ber búna frukt, tí at sumbiarbørn duga av kvøða, og sostatt fjálga tey um sumbiarmál, sum mong vilja vera við er tað vakrasta suðuroyarmálið.
Tosið um at steingja skúlar tjyknaði, tá ið PISA-kanningarnar ruddaðu slóð fyri fólksins dómi. Hvørja ferð tað gekk av hundanum til við PISA-kanningini, fingu smáskúlarnir skyldina. Tí mong hildu, at størri skúlin er, betur ert tú fyri í dugnaskapi.
- Tað passar ikki, sigur Arnfinnur. - Okur hava nógvar lærdar menn í Føroyum, sum hava gingið í smáskúla og hava klárað seg ómetaliga væl í skúlanum.
Hann hevur til dømis 6. og 7. flokk – seks næmingar – í rokning. Hann hevur so góða tíð at læra næmingarnar, at tað sambært honum er næstan serundirvísing. Dragnar ein næmingur burturúr, fær hann lært hann sama stykkið tríggjar-fýra ferðir.
- Tað kanst tú ikki gera í einum stórum skúla.
Arnfinnur Bjarkhamar veit av góðum grundum, at tað hevur hent seg, at besti næmingur í framhaldsdeildini í Vágs skúla, er úr Sumba.
So tað er avgjørt einki argument at siga, at tað er ov smátt í smáskúlanum.
Myndin:
Hvørja ferð tað gekk av hundanum til við PISA-kanningini, fingu smáskúlarnir skyldina – til dømis Sumbiar skúli (myndin). - Tað passar ikki, sigur Arnfinnur Bjarkhamar, fyrstilærari í Sumba
Tekstur og mynd: Sonne Smith