Tíðindi
31.03.2023
Kjakið um skúlating er mangan á dagsskránni í skúla og almenna rúminum. Tí hava skúlating nakað at siga? Hava næmingar tíð til frítíðarítriv, og hvat við teimum næmingum, sum ongantíð gera skúlating?
Kjakið fekk rættiliga undanvind, tá ið Annette Søndergaard Gregersen, granskari, í danska fakblaðnum Folkeskolen lýsti fellurnar við skúlatingum í sambandi við bókina, Lektier, sum er bók við atfinningum mótvegis skúlatingum. Í bókini grundgevur hon fyri, at skúlating ikki neyðturviliga økja læringina, og at tey tí eiga at verða endurhugsað, um vit yvirhøvur skulu hava skúlating. Ikki minst tí summir næmingar altíð fara at stríðast við skúlating og eru tí í vanda fyri at fáa langtíðar árin á sjálvsálitið, tí tey stríðast so nógv.
Granskari: Næmingar gerast dugnaligari við at venja heima
Rune Müller Kristensen, lektari við DPU og ein av høvundur á Timss-kanningini, sum kannar førleikar hjá næmingum í støddfrøði og náttúruvísindum í Danmark og Norðurlondum sum heild, hevur eisini kannað týdningin av skúlatingum. Hann heldur ikki, at tað eru nóg góð prógv at siga, at lærarar eiga at sleppa skúlatingum púrasta.
“Tá ið næmingar venja okkurt heima, gerast teir dugnaligari til tað. Uttan iva,” sigur Rune Müller Kristensen.
Hann er samdur við teimum, sum siga, at allir næmingar ikki fáa líka nógv burturúr at gera skúlating.
"Skúlating gagna ikki øllum næmingum í sama mun, men tað er ein faklig meting fyri læraran at gera av, hvussu og hvussu nógv skúlating skulu fylla, og hvussu nógv tíð næmingar skulu brúka til at gera skúlating”.
”Og fakligu metingarnar eru ikki nógv øðrvísi enn tær metingar, sum lærarar gera alla tíðina,” sigur Rune Müller Kristensen.
Granskari: Skúlating kunnu gera mun
Hann vísir fyrst og fremst á tvær kanningar, sum eisini verða lýstar í bókini eftir Annette Søndergaard Gregersen. Onnur er Timss-kanningin frá 2019, sum eitt nú vísir, at næmingar í fjórða flokki, sum fáa skúlating, klára seg betur í støddfrøði enn næmingar í flokkum, sum ikki fáa skúlating.
Tað vil annaðhvørt siga, at skúlatingini gagna avrikunum hjá næmingunum, men tað kann eisini merkja, at lærarar velja at geva skúlating fyri í teimum flokkum, sum frammanundan klára seg væl.
Hyggja vit at tí, sum næmingarnir sjálvir siga um, hvussu nógva tíð, teir brúka til skúlating, bendir nógv á, at næmingar, sum stríðast við tað fakliga, mangan hava meiri skúlating samanborið við teir, sum klára seg væl; tað er í øllum førum tað, sum næmingar sjálvir halda, sigur Rune Müller Kristensen.
Hin kanningin, sum vísir positivt samband millum tíð til skúlating og faklig avrik, er ein metakanning úr USA, sum hevur hugt at allari gransking um skúlating í tíðarskeiðnum 1987 til 2005. Hon vísir, at skúlating hava positiva ávirkan serliga á fakligu avrikini hjá teimum eldru næmingunum, so leingi skúlatingini ikki gerast stór byrða.
Sosial slagsíða
Báðar kanningar vátta, at skúlating hava eina sosiala slagsíðu. Í Timss-kanningini er tað nevniliga stórur munur á tí, sum næmingarnir í fjórða flokki duga, treytað av um tey hava foreldur, sum hjálpa teimum við skúlatingunum.
“Hevur ein næmingur orkurík foreldur við yvirskoti í heiminum, so klárar hesin næmingurin seg betur í skúlanum og øvut. Sama ger seg galdandi við skúlatingum. Næmingar fáa minst gagn av skúlatingum, um teir frammanundan klára seg illa í skúlanum,” sigur Rune Müller Kristensen.
“Vit vita, at tað altíð fara at vera næmingar, sum ikki fara at hava gagn av skúlatingum.”
Kortini heldur hann ikki, at vit eiga at taka skúlating av dagsskránni. Rune Müller Kristensen vísir á, at góð og næmingalagað skúlating geva møguleikar til næmingarnar at fáa góðar upplivingar við heimaarbeiðinum. Og tað vinna teir ikki bara uppá fakliga, men tað er eisini ein venjing í at raðfesta tíð og at arbeiða sjálvstøðugt.
Møguleikar at læra fyri skeytið, um vit sleppa skúlatingum
Hann heldur ikki, at við at strika skúlating, so eru næmingar meiri á jøvnum føti fakliga og sosialt.
“Um lærarar ikki geva næmingum skúlating fyri, so missa nakrir næmingar møguleikan fyri læring. Kanska tað eydnast at gera ójavnan millum næmingar minni sjónligan, tá ið talan er um skúlating, men tað broytir ikki tann veruleikan, at ójavnin framvegis er í samfelagnum og skúlanum. Ójavnin fer bara at vísa seg á øðrum økjum enn í skúlatingum, til dømis í orkuríka grannaskúlanum, har næmingarnir eru betur fyri. Skúlin hevur eina sosiala slagsíðu, og tað broytist ikki við ikki at geva skúlating fyri,” sigur Rune Müller Kristensen.
Rune Müller Kristensen heldur, at vit eiga at hyggja at mátanum, sum mann brúka skúlating, serliga um skúlating verða brúkt sum eitt amboð í floksleiðsluni, tað er at hótta næmingar at arbeiða skjótari og meiri hugsavnaðar.
“Tí vit kunnu síggja, at tað altíð eru teir somu næmingarnir, sum stríðast við skúlatingini heima, og tað er sjálvandi ikki í lagi. Tað er eingin orsøk at spilla tíð til nakað, sum tú ikki kanst finna út av ella øvut heldur ikki fyri teir næmingar, sum orðna skúlatingini eftir lítlari løtu.”
Granskari: Skúlin hevur ábyrgdina at lyfta allar næmingar
Annette Søndergaard Gregersen, sum hevur skrivað bókina Lektier, undirvísir á læraraútbúgvingini í Keypmannahavn. Hon heldur – øvut Rune Müller Kristensen – at endurhugsa vit skúlating ella taka tey burtur heilt, so hjálpa næmingum, sum eru illa fyri fakliga og sum ikki hava eitt so orkuríkt heim.
"Fólkaskúlin er fyri allar næmingar, og tá gransking vísir, at skúlating sum amboð er við til at stuðla sosiala ójavnanum, eigur skúlin sum stovnur at brúka hesa vitanina og vera við at skapa nýggjar vegir fyri læringini hjá næmingunum, sama hvør mann er,” sigur hon og slær fast:
“Tí kann tað mangan vera skilagott at umhugsa, um næmingar læra tað sama ella meiri á annan hátt enn gjøgnum siðbundna heimaarbeiðið.”
Tips til góð skúlating
Annette Søndergaard Gregersen vísir á, at tað eru góðir mátar at geva skúlating fyri. Hesi ráðini hevur hon savnað til lærarar. Sumt av tí, sum hevur størst týdning, er, at tað altíð eiga at liggja didaktiskir tankar aftan fyri hugsanini at geva skúlating fyri, og at næmingarnir skilja endamálið við at geva skúlating fyri. Og so eiga skúlatingini at vera ymisk, fjølbroytt og eisini á ymiskum torleikastigi, soleiðis at tey geva meining fyri næmingarnar, og allarhelst eiga skúlatingini at vera kannandi og reflekterendi.
Rune Müller Kristensen er samdur í, at skúlating eiga at verða lagað til næmingarnar og løgd til rættis sum onnur undirvísing.
“Skúlating eiga at verða hugsað inn í undirvísingina sum eitt didaktiskt amboð á jøvnum føti við onnur amboð. Tað er umráðandi, at næmingurin ikki noyðist at biðja um hjálp til skúlatingini heima, og so gevur tað eisini meining, at næmingar, sum stríðast fakliga, fáa lættari uppgávur, og øvut,” sigur Rune Müller Kristensen.
Kelda: folkeskolen
Á myndini: Rune Müller Kristensen, lektari við DPU