Bloggur

Eingin orkar ella tímir at vera lærari?

Lydia Didriksen, fólkaskúlalærari /skúlabókavørður og B.A. og M.A. í føroyskum bókmentum og máli, bloggar

11.07.2023

Eitt ótal av uppáhaldum verða nevnd, nú einans 52 persónar søktu inn á læraraútbúgvingina á Setrinum í ár. Uppáhaldini royna eisini at svara, hví bara 52 kundu hugsað sær at blivið lærarar, og hví so mong sleppa sær burtur úr lærarastarvinum í ótíð.

Eg veit einki um tølini fyri tey, ið hava søkt inn á læraraútbúgvingina í Danmark (tey plaga ikki at vera so fá); ei heldur veit eg um, hvussu nógvir lærarar fara frá í ótíð, tí lærarayrkið kennist ótolandi.

Men eg kenni meg ikki aftur í uppáhaldunum, sum í mestan mun snúgva seg um ytri viðurskifti. Tey hava hvørki ávirkað mítt val at útbúgva meg sum lærara, ei heldur hava tey ávirkað mín hug at starvast sum lærari.

Og jú, tað eru nøkur ár síðan, at eg var útbúgvin sum lærari, og tí kann eg loyva mær at minna á, at tað er ein søguligur veruleiki, at umstøðurnar hjá lærarum eru munandi bøttar ígjøgnum árini og hava ongantíð verið so frægar sum nú.

Lønin er hækkað munandi, lønarstigin er hálveraður, karmarnir um undirvísingina eru eisini vorðnir greiðari, bæði viðvíkjandi hølum og krøvum til undirvísing.

Samstarvið millum lærarar er raðfest, sama er samstarvið við heim og myndugleikar. Enn eru tøk at taka; tað fer tað altíð at vera, men heldur enn at síggja forðingar bæði her og der, kunnu vit velja at síggja batar og nýggjar møguleikar.

Tað hevur ongantíð verið hvørs mans føri at vera lærari; eins og tað heldur ikki er hvørs mans føri at røkja onnur størv.

Fyrimun at trívast sum lærarar, meti eg, hava tey, ið hava ávísar persónligar eginleikar, so sum at vera sinnilig, og tey, sum vísa næmingum virðing óansæð ætt og stætt. Góð samskiftisevni eru hent, tí lærarin skal tosa bæði við høg og lág, ólærd sum lærd, eins og við bæði børn og vaksin óansæð umstøður og ørindi.

At vera forvitin sum menniskja er eisini ein fyrimunur, tí forvitni býr undir vitan og menning. Gott er eisini hava góð evni at læra frá sær; til tess krevst góður málførleiki, tí tá er lagamanni at greiða frá tí,  sum skal lærast, einfalt og neyvt. Lærarin, sum hevur tilognað sær holla fakliga vitan og gott innlit í samfelag og mentan, er væl staddur, tí ein hornasteinur hjá lærarum er at bera vitan, mál og mentan ímillum ættarliðini.

Sjálvandi er tað umráðandi hjá einum hvørjum lærara at hava eina greiða ætlan fyri undirvísingina og at vera væl fyrireikaður til undirvísingina, tá er lættari at standa stinn/-ur á gólvinum.

At átaka sær leiðsluleiklutin inni í skúlahølinum og leiða tíman og undirvísingina, so næmingarnir kenna seg at vera í góðum hondum, er sjálvsagt.

At arbeiða ímillum og saman við so mongum menniskjum, sum ein lærari ger hvønn dag í áravís, tað krevur orku og sálarliga javnvág, tí nógv skifti eru í arbeiðsdegnum m.a. úr einum flokki í annan og frá eini lærugrein til aðra og frá einum fundi til annan. Mann venist við hendan partin sum frálíður.

At vera nýklaktur lærari er avbjóðandi, tí tað er so nógv at hugsa um samstundis, tá tú stendur á gólvinum. Tað krevur nógv tey fyrstu árini, til ein hevur fótað sær og kann fara trygg/-ur inn í einhvønn flokk. Eingin flokkur er eins, og eingin næmingur er eins, tí ber ikki til at gera skemu og uppskriftir fyri, hvussu ymsar støður skulu loysast. Ein má sjálv/-ur taka støðu í hvørjum einstøkum føri, tó at royndir lærarar og akkersfólk eru ófør at sparra við hjá nýkomnum lærarum.

Ikki øll fóta sær í lærarayrkinum og velja at finna sær annað starv. Soleiðis er helst innan øll fakøki. Er orka og arbeiðsbyrða í javnvág, so er lærarayrkið eitt gevandi og lívsjáttandi starv; men er ójavnvág ímillum orku og byrðu, so er talan um eitt lúsa arbeiði.

Eingin orsøk er at fáa hvøkk av gerandisdegnum, tá ein byrjar at undirvísa sum ungur lærari. Eingin er fulllærdur við próvnum í hondini hóast starvslæru og vikarroyndir; tí tástani byrjar gerandisdagurin. Tað tekur eini tvey trý ár at finna rútmuna og stevið ímillum tímarnar og børnini.

Tað er munur á at standa sum nýklaktur lærari og sum vikarur uttan útbúgving, tí sum ólærdur vikarur hevur tú onga barlast. Útbúgvingin gevur tær fakligt og námsfrøðiligt innlit, so tú gert tilvitin um tíni val.

Útbúgvingin er krumtappurin í lærarayrkinum, og hon má støðugt eftirmetast, styrkjast og mennast, so hon røkkur inn í framtíðina.

Bette Rasmussen, okkara ensklærari í realskúlanum, tók soleiðis til ein sólríkan morgun, tá ið hon stóð burturhugað og hugdi oman yvir flokkin við høvdinum á skák : “Ja, hvat er lívið uttan stríð?”

Gott summar!


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni