Tíðindi

Eingin námsfrøði er ævigi sannleiki

- Taka vit onkra serstaka námsfrøði inn at galda fyri allan skúlan, so útihýsa við øðrum og eisini øðrum tankum, sum eru góðir fyri summar næmingar, sigur Sonni Djurhuus, skúlastjóri í Skúlanum við Streymin.

10.03.2021

Tað er ikki heppið at byggja ein skúla rundan um eina ávísa námsfrøði, tí tey ymsu rákini innan námsfrøði gera seg galdandi eina tíð, til nýggj taka yvir. Tað læsir skúlan óneyðuga nógv, heldur Sonni Djurhuus.

- Vit eru opin fyri allari námsfrøði, men vit eiga at vera tilvitað um, at eingin námsfrøði er tann ævigi sannleikin; vit kunnu brúka ymiskt úr øllum námsfrøði. Tað er umráðandi at hugsa um, tí lata vit eitt ávíst rák innan námsfrøði fáa vald á, hvussu skúlin verður innrættaður og skipaður, so binda vit hann alt ov nógv niður. Taka vit onkra námsfrøði inn at galda fyri allan skúlan, so útihýsa við øðrum og eisini øðrum tankum, sum eru góðir fyri summar næmingar. At hava næmingalagaða undirvísing snýr seg eisini um at finna ta røttu námsfrøðina til hvønn einstakan næming. Tá ið tað er sagt, so eru tað nógvir lærarar í skúlanum við Streymin, sum brúka fleks-skipanina, tað, sum eisini eitur brotin tímatalva ella ugeskemarevolutionen; hetta er ikki ein námsfrøði í sjálvum sær, men meiri eitt amboð í gerandisdegnum. Tá ið eg av fyrstan tíð hoyrdi um hetta amboðið, hugsaði eg, at vit sum skúli møguliga kundu hava stórt gagn av tí á øllum floksstigum, eisini í hádeildini. Ofta fevna rákini í námsfrøði seg um grund- og miðdeild; hetta amboðið kann verða brúkt í øllum floksstigum. Lærararnir hjá okkum eru ógvuliga opnir at læra nýtt og royna nýggj amboð. Allir lærararnir hava verið á skeiði í fleks; tað er ikki eitt krav at taka brúka hetta amboðið. Byggingin av skúlanum hevur órógvað nakað, men nú eru tað fleiri lærarar, sum ætla sær undir at brúka tað aftur. Fleks er so tann einasta, sum gongur aftur í skúlanum, tó ikki alla staðni og heldur ikki alla tíðina, tí tað er umráðandi at gera sær greitt, at tað er eisini neyðugt við vanligari undirvísing í øllum førum part av tíðini. Tað hava lærararnir langt síðan funnið útav. Teir hava gjørt sín egna leist og bróta ikki sundur millum lærugreinirnar, sum tað verður gjørt í onkrum skúla. Bara innan hvørja einstaka lærugrein. Lærararnir, sum brúka hesa skipanina nógv, dámar hana væl, og teir siga eisini, at næmingunum dámar hana væl. Lærararnir siga eisini, at teir røkka betur næmingunum, sum krevja nakað eyka, tí tíðin er øðrvísi skipað. Uppleggið er, at næmingarnir kunnu brúka alt skúlans øki, tá ið tímatalvan er brotin; avbjóðingin er at hava yvirlit yvir allar næmingarnar, har teir eru. Fakliga gagnar hetta amboðið summum næmingum og ikki eins væl øðrum; tað er altíð avbjóðingin sama hvørja skipan tú brúkar.

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni