Tíðindi
20.05.2016
Mentamálaráðið lýsti hervið skúlastjórastarvið í Tvøroyar skúla og Vestmanna skúla, umframt einalærarastarvið í Haraldssunds skúla og Fámjins skúla og útoyggjalærarastarvið í Svínoyar skúla leyst. Flestar umsóknir hevur einalærarastarvið í Haraldssunds skúla fingið; har eru tað 11, ið hava hug at taka tað starvið á seg. Næst flestar umsóknir hevur útoyggjastarvið í Svínoyar skúla fingið; har eru tað 7, ið kunnu hugsa sær tað starvið. Skúlastjórastarvið í Vestmanna skúla og skúlastjórastarvið í Tvøroyar skúla eru ávikavist 4 og 3 umsóknir til; somuleiðis eru 3 umsóknir til einalærarastarvið í Fámjins skúla.
Størvini verða sett frá 1. august.