Tíðindi
12.12.2016
Nøkulunda soleiðis kann Hans Fróði Jensen, lærari og KT-vørður í Skúlanum á Argjahamri, endurgevast fyri at siga um "Hour of Code 2016", altjóða tiltakið, ið hevur til endamáls at fáa forritan út til næmingar.
Nú í desembur 2016 hava einir 200 milliónir næmingar um allan heim roynt "Hour of Code 2016", her tað ræður um at sleppa at forrita í ein tíma og soleiðis birta áhuga fyri forritan.
Leiðslan í Skúlanum á Argjahamri setti sær fyri at lata allar næmingarnar í skúlanum sleppa at royna seg frá hósdegnum 8. desembur til nú mikudagin 14. desembur. Næmingar í 6. og 7. flokki í skúlanum hava hetta seinasta hálva árið arbeitt við forritan, og teir hava virkað sum hjálparar henda tíman við forritan.
Vit liva í einum heimi, ið er fullur at tøkni, og vit vita, at alsamt fleiri yrki krevja holla vitan um tøkni. Tí fór Skúlin á Argjahamri undir tíman "Hour of Code 2016".
Henda vikan, 8. til 14. desembur – onnur vikan í desembur – er vikan, tey rópa "Computer Science Education Week", fortelur Hans Fróði Jensen, lærari.
- Mann hevur sett sær fyri, at øll heimsins børn skulu hava møguleikan til at forrita.
At forrita er tað, sum vit fyrr róptu at programmera. Tað snýr seg um at fortelja telduni, hvat hon skal gera.
- Tú gevur henni boð – instruksir – um at gera eina uppgávu ella klára eitt ella annað, sum tú krevur av henni, og tað er tað, vit royna at fáa næmingarnar at skilja.
Hetta er sambært Hans Fróða eitt torført konsept at fáa inn í høvdið.
- Men hugsa vit um tað sum eitt mál sum eitt nú, føroyskt, danskt, svenskt, enskt o.s.fr., so er hetta bara eitt mál til telduna, sum mann so lærir seg.
Forritan er ein sera stimbrandi máti at loysa trupulleikar. Vit læra at hugsa í einum stigi í senn. Vit siga alla tíðina, at nú gera vit hetta – avgreiða hesa uppgávuna – og síðan ta næstu og aftur ta næstu. Tað er rættiliga stimbrandi fyri skúlagongd sum heild.
Eitt í senn.
Átakið "Hour of Code" er bara nøkur fá ára gamalt. Tí ber til at siga, at tað fevnir "bara" um einar 200 milliónir næmingar enn, men tað gongur rímiliga skjótt, sigur Hans Fróði Jensen.
KT – kunningartøkni – er ein lítil partur av undirvísingini. KT varð avtikið sum fak fyri nøkrum árum síðani, tí at tað var so mikið lítið ment í skúlahøpi, at tað var yvirhøvur bara spæl, ið dró, hugtók og lokkaði børnini. Tað var altso eingin meining í at brúka teldu tá.
Men nú er endamálið greitt. KT er so mikið framkomið í dag, at eitt nú Skúlin á Argjahamri hevur tikið tað til sín.
Í fyrstu atløgu sum ein brellbiti.
Myndin: Hans Fróði Jensen, lærari og KT-vørður í Skúlanum á Argjahamri, hjálpir nøkrum næmingum í 2. flokki við átakinum "Hour of Code 2016”
Tekstur og mynd: Sonne Smith