Tíðindi

Ein stórur skúli í Føroyum

Stórir skúlar í Føroyum eru skúlar við 200-300 næmingum og tann passaligasta støddin yvirhøvur, heldur skúlastjórin í Sørvági, Jóannis Joensen. Í skúlanum í Sørvági eru 184 næmingar

13.01.2016

- Og sigur tú tað, at tú gert ein veldiga stóran skúla, átti tað at verið ein fyrimunur við tí, sigur Jóhannis Joensen.

Hann hugsar sum so, at tað kann ikki vera nakar fíggjarligur fyrimunur við t.d. at byggja ein veldiga stóran skúla í Vágum og so koyra børnini aftur og fram, og lærararnir skuldu koyrt ímillum.

Tá skúli verður bygdur í Havn, og skúli verður bygdur í eitt nú Klaksvík, so er tað fyri at savna alt skúlavirksemi á einum stað. Allar lærarakreftirnar eru á einum stað, og tú fært brúkt lærarakreftirnar, tí í hesum sambandi hevur tað synergieffekt.

- Men ta effektina fært tú ikki hjá okkum, tí her eru so langir avstandir. Tað tekur einar 40 minuttir at koyra til Vestmannar, sigur Jóhannis Joensen, ið her sipar til tað 10. floks breytarsamstarv, sum er millum Vágar og Vestmanna.

Hann hevur í øðrum sambandi sagt, at honum dámar væl tankan um forskúla í Sørvági, har skúlastýrið hevur tikið tað upp til viðgerðar, og tey vilja hava kjak um eina framtíðarætlan um forskúla har. Áskoðanirnar eru ymiskar, men verður endalig støða tikin til forskúla, má kommunan skera ígjøgnum.

- Men vit hava pláss fyri tí, vissar skúlastjórin í Sørvági um.

Og tað er veruleiki, tí at Sørvágs skúli er so mikið væl útbygdur nú, at har kunnu tey í roynd og veru hava alt skúlavirksemi á einum stað.

Jóhannisi dámar eisini væl tankan um samstarv í Vágum um forskúla, men tað er aftur hetta: Tú mást síggja eina meining í at koyra børnini aftur og fram. Skuldi ein forskúli t.d. verið í Miðvági, so mást tú síggja eina meining í at koyra 10 minuttir handavegin og aftur 10 minuttir hendavegin – til samans 20 minuttir í koyring.

- Hví skalt tú gera tað? spyr hann. - Er tað betur?

Nei! Tí at veruleikin er tann, at tær fysisku umstøðurnar eru til taks í Sørvági, og tí er als eingin meining í at plasera skúlaeindir aðrastaðni í oynni. Var ein stórur felagsskúli eitt stað, so hevði tað verið meining í tí, akkurát sum tey gera í Sunda kommunu í løtuni. Har verður ein miðstaðarskúli bygdur, og so kunnu øll ferðast til skúlan. Tað er jú frálíkt, tí í Sunda kommunu eru fleiri smápláss.

Í Vágum eru trý stórpláss, og Vestmanna er eisini stórpláss, so nú er støðan nakað øðrvísi.

- Tað, eg hevði ynskt, tað, eg síggi fyri mær, er eitt neyvt samstarv, her vit síggja fyrimunin við at samstarva og brúka tann fyrimunin. Tað er avgjørt tað týdningarmesta.

Myndin:

"Veruleikin er tann, at tær fysisku umstøðurnar eru til taks í Sørvági, og tí er als eingin meining í at plasera skúlaeindir aðrastaðni í oynni," sigur skúlastjórin í Sørvági, Jóhannis Joensen.

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni