Tíðindi

Ein samfelagsskylda

Geyr Gilssteinsson, lærari og skúlavegleiðari í Eysturskúlanum og hjá Námi X í Havn, heldur tað vera eina samfelagsskyldu at taka ímóti starvsnæmingum úr 9. flokki og Námi X

06.04.2017

- Yvirhøvur følir fólkið hjá privata vinnulívinum, handlum, verkstøðum, listahandverksfyritøkum, barnagørðum, handverksvinnuni og politistøðini, sum tekur ímóti næmingum at koma í starvsvenjing, tað sum eina samfelagsskyldu at taka næmingar inn á sítt virki, sigur Geyr Gilsteinsson, skúlavegleiðari.

Tað er rættiliga ymiskt, hvat næmingar velja sær til starvsvenjingarpláss. Serliga Nám X-ararnir. Teir velja sær alt frá flogvøllinum, Atlantic Airways til sjúkrahúsini, og nakrir fara út á bygd.

- Handlarnir eru altíð populerir, serliga elektronikkhandlarnir sum t.d. Expert og Elding, og tað er fyri so vítt, haldi eg, ein samfelagsskylda at taka ímóti næmingum. Tað er teirra framtíð.

Geyr hevur upplivað klokkan 8 mánamorgun, tá ið starvsvenjingin var liðug, at telefonin ringdi við Waag, bilasøluni, í hinum endanum, og verkførarin sigur: "Tú, hasin ungi maðurin, tú sendi mær í starvsvenjing, kemur ikki aftur á Nám X. Hann byrjaði sum lærlingur hjá okkum í morgun. Vit hava ongantíð møtt so dugnaligum næmingi."

Teir flestu næmingarnir í 9. flokki og á Nám X velja sær pláss í starvsvenjing á landi, men Geyr hevur havt næmingar umborð á fiskiskipum hjá hvalbingum. Teir vilja sleppa við trolara, og Geyr hevur av tilvild samband, sum ber í sær, at tað hevur borið til og ber til at fáa næmingar við hvalbiartrolarum. Her er einki problem. Reiðaríini eru sera fegin um at kunna taka ímóti næmingum.

Ja, tað eru ikki bara trolararnir, ið stremba eftir at fáa hesar ungu menn við sær. Eisini nótabátarnir taka ímóti við opnum landgangi.

Geyr Gilsteinsson nevnir Varðan í Gøtu, Christian í Grótinum í Klaksvík og Framherja í Fuglafirði. Hann nevnir reiðarí um alt landið.

- Teir eru fantastiskir at taka ímóti, sigur hann.

Geyr fevnir um virksemið á landi, serliga byggivirksemi so sum Húsavarðartænastuna og Articon, ið sambært Geyr eru ófør. Tað sama sigur hann um elektrikarafyritøkurnar, eitt nú El Net.

- Tey leggja eitt ordiligt programm, ja, tær allarflestu fyritøkurnar leggja næmingunum eitt ordiligt programm, sum teir ganga eftir.

Teir almennu stovnarnir eru teir trekastu, tá ið tað ræður um starvsvenjing, men tað er rætt og slætt tí, at almennir stovnar hava ikki kapasitet til at varða av næmingum, ið skulu út í starvsvenjing, hóast nettupp almennir stovnar hava kanska ta størstu samfelagsskylduna at taka ímóti næmingum.

Myndin:
Geyr Gilssteinsson, lærari og skúlavegleiðari í Eysturskúlanum og hjá Námi X í Havn, heldur tað vera eina samfelagsskyldu at taka ímóti starvsnæmingum úr 9. flokki og Námi X

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni