Bloggur

Ein námsferð millum sagnir og tara

Guri Tórsdóttir, lærari í Skúlanum á Fløtum, bloggar

06.10.2017

Leiðin gekk til Sands, tá vit herfyri fóru á námsferð. Ein spennandi dagur, har vit gingu í fótasporum Kálv lítla, sum var seinasti katólski prestur í Føroyum. Og hví fóru vit eina tílíka ferð, tá talan er um linjulærugreinina náttúra og tøkni, sum í høvuðsheitum snýr seg um lívfrøði, alis-og evnafrøði og landafrøði? Jú, í hesum fyrsta skeiðnum, sum fevnur um lívfrøðina, verður nevniliga arbeitt tvørgreinaliga saman við linjulærugreinini føroyskt. Ógvuliga spennandi og fyri meg kærkomið, tá eg frammanundan havi føroyskt á linju. Á hesum fríska og eisini hugnaliga túri skuldu vit í náttúru og tøkni linjuni lýsa lívfrøðina í sagnum av Sandi. Vit skuldu lýsa náttúruna soleiðis, sum Kálvur lítli í 14. øld kanska upplivdi hana, tá hann við sínum gramma og illsliga sinni búleikaðist har. Eisini var sera stuttligt og áhugavert at taka samanum og gera eina talgilda søgufrásøgn frá hesari ferð, har myndir, livandi filmur, søga, tónleikur og frásøgn skuldu ganga upp í eina hægri eind. Ein spennandi háttur, sum eg møguliga ella vónandi fái møguleika at nýta í egnari undirvísing.

Og hvar kemur so tarin inn? Jú, umframt at tari eisini finst á Sandi, skrivaðu vit eina uppgávu, sum partvís skuldi snúgva seg um føroysk tarasløg, og hvussu vit kunnu gagnnýta tara. Vit skuldu sjálvandi ikki bara lesa um tara, men finna ymisk tarasløg, pressa taran og fylgja gongdini. So deiliga ítøkiligt at skriva og siga frá um eisini.

Nú veit eg ikki, hvussu fysisku rammurnar viðvíkjandi eini lærugrein sum náttúra og tøkni eru í skúlunum kring landið, men ymiskar eru tær uttan iva frá skúla til skúla, og so er eisini ymiskt, hvussu náttúran sær út uttanfyri hvønn einstakan skúlabygning, men hon er so har allastaðni – náttúran.
Mær dámar væl, at ein stórur partur gongur fyri seg uttandura, og at miðað verður eftir at arbeiða tvørgreinaliga. Ein góður og lokkandi tanki um ikki einans at sita inni í eini skúlastovu, men at fara út í náttúruna, sum í nógvum førum er beint uttanfyri fleiri av skúlum okkara og harvið undirvísa á ein meira ítøkiligan hátt. Handan har kenslan at vera á røttu hillini er ikki so galin.

Góða heystferiu ☺


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni