Tíðindi

Ein mánaður til úrslitið av PISA verður kunngjørt

Úrslitið av PISA-kanningini, sum næmingarnir í 9. flokki skúlaárið 2014-2015 tóku lut í, verður almannakunngjørt 6. desember

07.11.2016

Níggjundafloks næmingar í Føroyum hava higartil tikið lut í fýra PISA-kanningum umframt eini undanroynd, men tað er ymiskt, hvussu nógv hevur verið gjørt burtur úr at greina úrslitini. Hesa ferð verður væl gjørt burturúr.
- Trý fólk eru sett at gera eina djúptøkna greining av úrslitunum hesa ferð, sigur Óli Jákup Joensen, fulltrúi á Próvstovuni í Mentamálaráðnum.

PISA-kanningin var gjørd í mars 2015; skúlaárið 2014-2015 gingu 698 næmingar í 9. flokki; minsti skúlin hevði 1 næming í 9. flokki og tann størsti 99 næmingar.

Kanningin verður gjørd samstundis í 65 londum. PISA (Programme for International Student Assessment) er ein altjóða kanning, sum mátar førleikar, ið serfrøðingar í OECD-londunum halda vera grundleggjandi og neyðugar fyri, at einstaki borgarin megnar at taka av teimum avbjóðingum, sum vitanarsamfelagið setur til tann einstaka eins og til samfelagið.

Í hvørjari PISA-kanning verða trý faklig høvuðsøki kannað. Hesi eru lesing, støddfrøði og náttúrulærugreinir. Í PISA 2006 var høvuðsdentur lagdur á næmingaførleikan innan náttúrulærugreinir. Í PISA 2009 var høvuðsdentur lagdur á lesiførleikan. Í PISA 2012 var høvuðsdentur lagdur á støddfrøðiførleikan (rokniførleikan), og í PISA 2015 var høvuðsdenturin aftur lagdur á náttúruvísindi. Í seinastu kanningini var ein nýggjur táttur, nevndur CPS (Collaporative Problem Solving). Á føroyskum: At samstarva í felag um at loysa eina uppgávu. Einstaki næmingurin skuldi í einum tykisrúmi (virtuellum rúmi) kjatta við ein “persón” í forritinum á geymanum. Nakað, sum næmingurin longu kennir til frá ymiskum telduspølum.

Næsta PISA-kanning verður í 2018.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni