Tíðindi
03.12.2015
Nina Brockie Hansen er lærari og vegleiðari í einum av teimum stóru skúlunum í landinum, Skúlanum á Argjahamri, sum hevur 350 næmingar. Hon er einasti vegleiðarin í skúlanum og hevur 5 tímar um vikuna at røkta uppgávuna; rokna vit tímarnar út á næmingarnar, hevur hon bara ein minutt til hvønn næmingin.
- Flestu vegleiðarar royna at fóta sær sum frægast og arbeiða sambært kunngerðini, men tað er ógvuliga trupult at gera alt, sum okkum er álagt, fyri teir tímarnar vit fáa. Tað sigur seg sjálvt, at tað ber ikki til at røkka øllum og gera eitt líkinda gott arbeiði í ein minutt. Vit eru bundin av nógvum, vit sambært kunngerðini skulu gera. Tá er ikki nógv tíð eftir til annað. Onkur næmingur kann krevja meiri tíð enn aðrir, og summi mál kunnu fylla meiri enn onnur. Skal eg gera arbeiði mítt til lítar, so má eg brúka meiri tíð, enn eg fái tillutað, og eg veit, at tað gera aðrir vegleiðarar eisini. Vit vilja hava fleiri tímar til vegleiðarauppgávuna, soleiðis at vit kunnu gera arbeiði okkara væl.
Tímarnir, sum Nina Brockie Hansen hevur til vegleiðing, eru spjaddir út á fleiri dagar; tað besta hevði verið, um vegleiðingin fekk fleiri tímar, og at allir tímarnir til dømis lógu hvønn fyrrapart, heldur hon.
- Vóru tímarnir savnaðir, hevði eg betur kunnað fordjúpað meg í uppgávurnar, sum eg skal røkja. Tað hevði eisini verið best fyri næmingarnar, sum skulu hava fatur á mær, at teir vita, nær teir kunnu fáa fatur á mær.
Vegleiðingin fatar um næmingar úr 6. flokki og til við 10. flokk. Tað optimala hevði verið, at vegleiðingin er frá fyrsta flokki, heldur Nina Brockie Hansen.
- Var vegleiðing frá fyrsta flokki, hevði tað víst, at vit raðfesta lívlanga læring; skulu vit tosa um lívlanga læring, sleppa vit ikki undan lívlangari vegleiðing. Sjálvsagt eru valini og avgerðirnar størri og týdningarmeiri frá sætta flokki, tá vegleiðingin sum nú er tekur við, men áðrenn sætta flokk snýr tað seg eisini um at vegleiða næmingarnar til rættar og góðar avgerðir.
Lesið drúgva samrøðu við Ninu Brockie Hansen í Skúlablaðnum, sum júst er komið.