Tíðindi
10.11.2016
Tá ið radarstøðin í Mjørkadali varð bygd í 1960'unum gingu 33 børn í Kaldbaks skúla eitt skifti. Hetta vóru børn hjá teimum, sum bygdu støðina og yvirhøvur donsk børn hjá NATO-herfólki, ið var knýtt at støðini í Mjørkadali. Tá ið støðin var liðug, minkaði talið á næmingum heilt niður í átta.
Næmingatalið hevur verið rættiliga ójavnt, síðan skúli kom í Kaldbak í 1911. Hetta var ein ógvuliga lítil skúli við bara einari skúlastovu. Men hesin skúlin var so at siga óbroyttur heilt til 1970, tá ið bygt varð aftrat. Bygdin vaks, tá ið Tórshavnar kommuna og Kaldbaks kommuna løgdu saman í 1976, og hon vaks uppaftur meir, tá ið vegurin kom í 1982. Eftir samanleggingina varð skúlin útbygdur við einari lon, og hann er nú bygdur í hestaskógv. Tvær skúlastovur vóru nú í skúlanum umframt lærarastova. Hann varð aftur útbygdur í 2003, og har hava síðan verið tríggjar skúlastovur.
Eingin fimleikarhøll er í Kaldbaks skúla, men næmingarnir í øllum flokkunum fara annanhvønn mánað til Havnar í Gundadal at svimja, og annanhvønn mánað hava tey fimleik í Fimi. Tey eldru – 5., 6. og 7. flokkur svimja og hava fimleik í Eysturskúlanum í Havn.
Í Kaldbaks skúla ganga næmingar úr 1. upp í 7. flokk. Skúlin er tvey- og trísporaður, og næmingarnir í Kaldbaks skúla fara vanliga í framhaldsdeildina í Eysturskúlanum í Havn.
Signy Hermansen, fyrstilærari, heldur – nú næmingatalið er 29 – at fólk trívast í Kaldbak, og her eru rættiliga nógvir tilflytarar úr Havn og eisini aðrastaðnis rundan um Kaldbak. Sjálvandi, tí her er gott at vera, og tað er bíligari at keypa grundstykki, um tú fært eitt grundstykki. Bygdin er nær við Havnina, men kortini er hetta úti á bygd.
Teir fýra lærararnir í Kaldbaks skúla eru Signy Hermansen, Malan Háberg, Rudolf Joensen (Gekka-Rudolf) og sumbingurin Rólant Joensen. Rólant býr í Hvalba um vikuskiftið, er lærari í Kaldbak og býr í Havn gerandisdag. Hann pendlar eina ferð um vikuna. Hann kemur norður sunnukvøld og fer suður aftur fríggjakvøld. Hann eigur hvalbiarkonu og børn har suðuri, men tað ber til at búgva og arbeiða soleiðis, sum hann ger. Tey eru liðug at undirvísa í Kaldbaks skúla klokkan hálvgum eitt fríggjadag, og Smyril siglir klokkan eitt.
Annars eru skúladagarnir í Kaldbak sera ymiskt skipaðir, tí skúlin er tvey- ella trísporaður. Tey eru altíð fýra lærarar í skúla í senn, men altíð minst tveir. 1., 2. og 3. flokkur eru altíð saman, men tá ið 3. flokkur hevur danskt fara næmingarnir í 4. og 5. flokk, sum eisini altíð eru saman, og 6. og 7. eru altíð saman. Og so eru tað nøkur fak, har tey skifta meir saman. Í kristni eru 1., 2., 3. og 4. saman, og 5., 6. og 7. eru saman í kristni. Í donskum eru tað so 3., 4. og 5. flokkur.
Signy Hermansen, fyrstilærari í Kaldbak, er úr Norðdepli, har hon gekk í síni tíð á "Universitetið", tey rópa. Har var ein einasta skúlastova, men ein samansettur skúli fyri tað. Tey eldru gingu fyri døgurða, og tey yngru gingu eftir døgurða. Seinni fór Signy í Skúlan á Fossánesi. Í dag býr hon í Havn, hagar hon flutti í 2004 og fekk sær miðnámsútbúgving, tí hon átti trý børn áðrenn. Tá hon varð liðug við miðnámið, fór hon á læraraskúla, hiðani hon fekk prógv í 2012.
Myndin:
Skúlin í Kaldbak er útbygdur fleiri ferðir síðan 1911, tá skúli kom í Kaldbak
Tekstur og mynd: Sonne Smith