Tíðindi

Ein góður lærari er ein góð byrjan

Fólkaskúlin hevur yvir 700 lærarar, harumframt onnur starvsfólk, og tí átti tað at verið sum á øðrum stórum, almennum stovnum og fyritøkum, at HR-fólk vóru sett at røkja starvsfólkini. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

08.12.2021

Danski presturin og rithøvundurin, Johannes Møllehave, segði so beinrakið um tað at undirvísa: “At det kræver et overskud, fordi man kan ikke dele ud af et underskud.” Hetta kunnu vit, sum hava royndir í at undirvísa, nikka játtandi til, men samstundis vita vit eisini, at undirvísing setur so stór krøv til læraran, so at orkan kann minka. Tí eigur fólkaskúlaskipanin at hava fyrilit fyri, hvussu vit fylla á hjá einstaka læraranum, tí tað er eingin sjálvfylgja, at lærarin av sínum eintingum ár eftir ár kann halda seg koyrandi.

Fremsta amboð hjá læraranum er lærarin sjálvur; tíverri vit síggja alt og ofta, at eldhugaðir lærarar brenna út. Starvið krevur, at lærarin gevur og gevur frá sær, uttan at tað verður fylt á aftur, og at enda er tómt. Mentamálaráðið er ovasti skúlamyndugleikin, og tað er tí haðani, at skipanir eiga at koma, ið skulu tryggja, at tað eisini verður fylt á hjá læraranum.

Mentamálaráðið er liðað sundur í tveir partar, Mentamálaráðið (UMMR) og Undirvísingarstýrið (UVS), og talið av starvsfólkum, ið umsita fólkaskúlan, er vaksið. Tað átti at boðað frá góðum, men økta starvsfólkaorkan er farin til meira eftirlit við fólkaskúlanum; vit síggja lítið til tænastur, ið kunnu fylla á hjá lærarunum. Tað er gott, at tað nú eru fleiri, ið umsita fólkaskúlan, tí at skúlin er eitt stórt, samansett og krevjandi øki, men hvussu verður arbeiðsorkan brúkt? Hyggja vit á heimasíðurnar, so er einki starvsfólk, ið hevur sum uppgávu at røkja starvsfólkaviðurskifti. Flestu starvsfólk í UMMR og UVS hava sum uppgávu at hava eftirlit við tølum og ásetingum, og tað er eingin stuðul, tá vit skulu fylla á hjá læraranum, heldur tvørturímóti.

Einaferð var ein skipan við ársskeiðum, ið varðveitti og kveikti eldhugan hjá lærarunum. Tá kundu lærarar koma burtur frá undirvísingini og útbúgva seg til lærarayrkið. Tað eru nógvar frásagnir um, hvussu lærarar komu aftur við fullum ryggsekki og einum logandi eldhuga. Hendan skipanin var spard burtur, og einki sett í staðin, og tað er sjónligt, at tørvur er á eini sterkari skipan, ið fyllir á hjá læraranum.

Almennir stovnar og privatar fyritøkur hava sæð, at tað lønar seg at gera íløgur í starvsfólkið. Hyggja vit at Almannaverkinum, Sjúkrahúsverkinum, Bakkafrost og Articon, so hava hesi HR-starvsfólk og HR-deild, ið taka sær av starvsfólkunum, tí at tað lønar seg eisini fyri arbeiðsgevaran. Hetta eru royndir, ið fólkaskúlin eigur at taka til sín.

Fólkaskúlin hevur yvir 700 lærarar, harumframt onnur starvsfólk, og tí átti tað at verið sum á øðrum stórum, almennum stovnum og fyritøkum, at HR-fólk vóru sett at røkja starvsfólkini. Fremsta tilfeingi hjá skúlanum er lærarin, og fremsta amboð hjá læraranum er lærarin sjálvur, tí ger tað stóran mun, um lærarin er væl fyri til dagsins gerning, og tað kundi ein HR-deild hjálpt skúlaleiðarum og lærarum við.

Ein góður lærari er ein góð byrjan og hálvt verkið, men tað má javnt og samt fyllast í hjá læraranum, so at hann hevur eitt yvirskot at geva av. Trivnaðurin hjá lærarunum má takast í størri álvara og eigur at koma á dagsskránna hjá skúlamyndugleikanum, tí trivnaðurin er grundin, og ta ábyrgdina kundi ein HR-deild í fólkaskúlanum tikið á seg. Vit øll hava sum felags mál at hava ein góðan fólkaskúla, og trívast lærararnir, so eru vit komin langt á leið.

Oddagrein í Skúlablað nr 6, 2021


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni