Tíðindi
20.02.2017
Í mai 2015 var úrslitið av kanning um happing í fólkaskúlanum løgd fram. Kanningin vísti ein lítlan bata síðan seinastu kanningina, sum var gjørd í 2007. Í frágreiðingini verður greitt frá um nýggjasta ástøðið um happing, og um hvussu happing kann fyribyrgjast ella steðgast.
Í frágreiðingini verður boðað frá einum paradigmuskifti, frá eini fatan av einstaklingum sum ábyrgdarhavarar í happing, til eina fatan, har happing verður sæð sum eitt sosialt fyribrigdi, sum stingur seg upp í bólkum undir givnum umstøðum. Nýggja fatanin leggur eisini upp til nýggjar arbeiðshættir, og ráðini eru, at arbeiðið at fyribyrgja og basa happing nú er ein spurningur um at arbeiða við trivnaði sum heild, heldur enn við happing sum “sjálvstøðugum” fyribrigdi.
Politiskt er málið eisini tikið upp. Í fylgiskjali til samgonguskjalið sigur samgongan, at hon tekur trupulleikar við trivnaði og happing í størsta álvara og setir tiltøk í verk á hesum øki. Nøkur tiltøk eru eisini framd og sett í verk.
Faldarin “eg vil eisini hoyra til” er gjørdur til allar næmingar og er ætlaður sum eitt amboð at miðla kanningina til næmingarnar og sum eitt amboð at samskifta og tosa við næmingarnar um, hvussu vit kunnu basa happing og økja um trivnaðin. Evnið happing og trivnaður varð sett á skrá í øllum fólkaskúlum, har m.a. faldarin varð viðgjørdur í øllum skúlum 21. oktober í 2015. Í døgunum 12. og 13. november 2015 skipaði Mentamálaráðið fyri ráðstevnu um happing fyri øllum starvsfólkum í øllum fólkaskúlum við heitinum: “Vitan, veruleiki og visjón - Skúlin sum slóðbrótari”. Trivnaðarætlanir hjá skúlunum eru endurskoðaðar, og fyri kortum hevur evnisdagur um happing verið runt um í skúlaøkjunum. Hetta er alt at fegnast um.
Á pappírinum er ikki stórvegis hóvasták at skifta frá eini fatan av happing til eina aðra, serliga tá grundgevingarnar fyri nýggja ástøðinum tykjast góðar. Annarleiðis er í gerandisdegnum hjá lærarum. Tað er altíð ein avbjóðing at verða noydd at endurhugsa kendar mannagongdir. Og ein og hvør umstilling tekur tíð. Tað er serliga tá tað kemur til tíð, at tað tykist sum um avvarðandi myndugleiki, Mentamálaráðið, tosar við tveimum tungum. Tí meðan landsstýriskvinnan tosar eldhugað um at fyribyrgja og bæsa happing, so eru fólk í málaráðnum, sum síggja sum fremstu uppgávu sína at minka um tímatillutanina til einstøku skúlarnar.
Tað kann vera trupult hjá ókunnigum at skilja arbeiðstíðarásetingarnar hjá lærarum, men í stuttum er tað so, at allar uppgávur skulu skrásetast í eini virksemisætlan. Um lærari ger eina uppgávu, sum ikki er skrásett, so er arbeiðið sjálvboðið og ólønt. Sjálvboðið og ólønt arbeiði er rós vert, men tað er ikki tað, ið fólkaskúlin ella einstaki lærarin kunnu byggja sína tilveru á.
Í samband við arbeiði við trivnaði eru tað serliga tveir teigar í virksemisætlanini, sum geva eina ábending um, hvussu hetta arbeiðið verður raðfest. Tað eru teigurin “Ráðlegging, eftirmeting, lærarasamstarv og skúlamenning” og teigurin “Tiltøk saman við næmingunum”. Tann fyrri eru tímar, sum skulu nýtast til m.a. toymisarbeiði, sum lærarar, sum samstarva um flokkar, nýta til felags ráðlegging, m.a. um trivnað. Seinni teigurin er tíð, sum er avsett til felags tiltøk saman við næmingunum, frá floksveitslum til styttri útferðir. Ein triði teigur, tímar til setursskúla, er seinnu árini tódnaður munandi, eisini orsakað av sparingum. Og hetta er ein rangvørg gongd.
Vit vilja og mugu hava ein skúla, har lærarar samstarva, tí tað er ein fortreyt fyri bæði læring og trivnaði og fyri menning. Hetta eru øll skúlafólk samd um, eisini landsstýriskvinnan í mentamálum. Men samstundis síggja vit í Lærarafelagnum eina gongd, har serliga einstakir skúlar skerja tímatalið til lærarasamstarv munandi, har tiltøk saman við næmingum eru horvin í virksemisætlanini, og har setursskúli er undantakið. Um hetta er námsfrøðiliga tilætlað ella orsakað av sparing man verða hips um haps. Men tað er ein sera fátækslig skúlahugsan, tá undirvísing verður mett sum effektiv arbeiðstíð og restin sum hjáputur.
Mynd: Ólavur Frederiksen