Tíðindi
28.10.2015
Samstarvið byrjaði við 10. flokki fyri einum 13 árum síðan.
- Vit hava bara ein árgang av hvørjum flokki á Toftum, og tá ið vit koma upp í 10. hava vit ikki møguleika at bjóða so nógv fak út, tí vit fáa tímar játtaðar eftir flokstalinum, og tað gevur so lítið, at tað er bara til ta kravdu undirvísingina, sigur Marita Dalsgaard, stjóri í Tofta skúla.
Í Tofta skúla – sum í so mongum øðrum skúlum í landinum – er bara ein 1. flokkur og ein 2. flokkur. Í Runavík t.d. hava tey tveir og tríggjar. Tímajáttanin til skúlarnar er soleiðis, at tað er fyri árgangin. So, tann játtanin Tofta skúli fær, er soleiðis, at um tey í 10. flokki velja tey vanligu fakini, eiga tey í Tofta skúla í roynd og veru ongar tímar til avlops.
- Tað bar í sær, at skuldu vit varðveita okkara næmingar, vórðu vit noydd at finna eina loysn fyri hesum, so at tað gjørdist eitt sindur meiri spennandi, sigur Marita Dalsgaard, skúlastjóri.
Tofta skúli setti seg í samband við Runavíkar skúla tíðliga í nullunum, og leiðslurnar hildu, at eitt samstarv í framhaldsdeildini var vert at royna.
Tey fóru til kommunurnar, tí tær skuldu játta at taka stigið til at flyta næmingar. Kommunurnar vildu fegin, at skúlarnir royndu at skipa fyri samstarvinum.
Soleiðis kom tað í lag. Á Toftum høvdu tey vanliga undirvísing tríggjar dagar í viku og tveir dagar við breytum, sum næmingarnir valdu seg inn á. Onkrar breytir lógu á Toftum, har hølini eru sera góð.
- Tað vil siga, at næmingarnir í Runavík koma út higar á okkara breytir, og okkara næmingar fara til Runavíkar á tær breytir, sum teir velja.
Fyri at fáa nóg mikið av tímum, løgdu tey alisfrøði og evnafrøði saman. Tey hava t.d. havt danskt saman í øllum 10., og tað hevur ofta verið á Toftum.
Tey seinastu árini hava tey býtt næmingarnar uppaftur meir, soleiðis, at teir í Runavíkar fara út á Toftir til bæði føroyskt og enskt. Tað vil siga, at í staðin fyri, at Runavík kanska skal hava tveir flokkar, so hava tey ein flokk, og á Toftum fylla tey upp hjá sær.
- Teirra næmingar koma út higar, soleiðis at báðir flokkarnir eru stórir, so spara vit jú tímar og kunnu so leggja tað til breytina, sigur Marita.
Tað hevur virkað vær, næmingunum dámar tað øgiliga væl, tey ungu eru so von at vera saman, tey eru saman í ítrótti, tey eru saman í øllum møguligum, tey kennast væl, sigur hon.
Skúlarnir høvdu eftirmetingar, og øll vóru væl nøgd. Skipanin hevur hildið fram øll hesi árini, men so byrjar Havnin við sínum fótbóltsflokki.
Marita Dalsgaard sigur, at í Tofta skúla merkja tey, at her eru næmingar, sum vilja sleppa til Havnar at ganga í fótbóltsskúla í 8. Tað byrjaði við 9. og fór niður í 8. Skúlastjórin í Runavík, Durita Joensen, skúlastjóri í Runavík, og Marita fóru at tosa eitt sindur um kanska at skipa ein fótbóltsflokk her hjá teimum. Arbeiddu tey saman, høvdu tey møguleikan, tí umstøðurnar eru sera góðar. Har er Svangaskarð, í Runavík er nýggj høll, og á Toftum hava tey eina góða høll.
Í fjør (2014) byrjaðu tey við 8. flokki. Tey hava skipað tað soleiðis, at næmingarnir eru saman tríggjar tímar týsdag og tveir tímar mikudag, mitt í degnum. Tað er, at tey koma vanligt í skúla, og so fara tey á breytirnar og koma síðan aftur í vanligan skúla.
Tað riggar væl, hóast tað var nógv koyring, men í Runavík hava tey skúlabussar, sum tey á Toftum fáa brúkt eisini.
Nú er samstarvið millum Runavík og Toftir um 8., 9. og 10. flokk. Tey hava í staðin fyri fótbólt valt eina handarliga breyt, sum fevnir um alt tað kreativa, sum hevur manglað í framhaldsdeildini. Haraftrat hava tey eina breyt, tey rópa rørslubreyt.
Umframt alt hetta hava tey eina fótbóltsbreyt, her næmingarnir fara til Havnar, og tað stuttliga er, at fótbóltsbreytin er so lítil, at tey løgdu 8. og 9. saman fyri at kunna hava eina breyt.
Annars er tann populerasta breytin í samstarvinum millum Runavík og Toftir er handarliga breytin.
- Og tað er stuttligt, sigur Marita Dalsgaard, skúlastjóri á Toftum.
Myndin:
Marita Dalsgaard, skúlastjóri á Toftum, er fegin um tað góða breytarsamstarvið millum Runavíkar kommunuskúla og Tofta skúla
TEKSTUR: Sonne Smith