Tíðindi

Eigur fólkaskúlin ongan góðan?

Jú, vit eru nógv, sum eru góð við fólkaskúlan. Lærarar, foreldur og avvarðandi eru sanniliga góð við skúlan, og hvønn einasta dag verða tøk tikin skúlanum at frama. Hesi vita, hvussu ómetaliga stóran og grundleggjandi týdning fólkaskúlin hevur í samfelagnum, og tí verður nógv lagt fyri at fáa gerandisdagin í skúlanum at vera so góðan sum gjørligt. Ein uppgáva, sum bara blívur tyngri og tyngri, tí umstøðurnar at skipa ein góðan skúladag gerast alsamt truplari. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar.

10.12.2024

Og í løtuni er støðan álvarsom. Fólkaskúlin verður nú annað árið á rað munandi skerdur, og vit tosa nú um fleiri milliónir. Hesar milliónir verða tiknar úr fólkaskúlanum, samstundis sum skúlin fær fleiri uppgávur at taka sær av. Eitt dømi úr rúgvuni er undirvísing í føroyskum sum annaðmál, har fólkaskúlin hevur tikið ímóti næmingum úr øllum møguligum londum. Ein uppgáva, sum lærarar hava útbúgvið seg til og gleðiliga fara í holt við, men tað eru alt ov fáir tímar játtaðir til hesa stóru og krevjandi uppgávu.

Dømið omanfyri um føroyskt sum annaðmál er bara eitt dømi um eina uppgávu, sum er løgst afturat, og neyðug játtan ikki fylgir ikki við. Og nú skal fólkaskúlin skerjast, ella niðurraðfestast freistast ein at siga, uppaftur meira, men dygdin í skúlanum skal vera tann sama. Skilji tann, ið skilja kann.

Tí tað tykist ikki, sum fólkaskúlin eigur nakran góðan í politisku skipanini yvirhøvur. Tað er í øllum førum ómetaliga langt frá øllum vallyftunum upp undir løgtingsvalið seinast til støðuna í dag. Í skrivandi stund raðfestir politiski myndugleikin ikki fólkaskúlan so frægt sum, at hann kann halda stand. Nei, tvørturímóti, kravt verður enntá, at hann skal loysa uppaftur fleiri uppgávur fyri minni pengar.

Tað er tankavekjandi og hugstoytt, at ein so týðandi táttur sum fólkaskúlin skal hava so lítið at siga fyri politiska myndugleikan. Fólkaskúlin, har so at siga øll børn í Føroyum ganga, fær als ikki tær sømdir, hann eigur at fáa. Og tað er eisini snøgt sagt margháttligt at hoyra politikarar tosa, mest upp undir val, hvussu stóran týdning fólkaskúlin hevur, og so bera tað saman við dagsins veruleika, har tað er ómetaliga langt frá orðum til gerðir. Veruleikin er beint øvutur. Fólkaskúlin verður skorin inn á bein.

Vónandi fer tað ganga upp fyri onkrum í politisku skipanini, hvat er um at henda við fólkaskúlanum. Fólkaskúlin er alt ov týdningarmikil at verða viðfarin, sum hann verður í løtuni. Enn er tó ikki ov seint at broyta kós, men tað krevur, at onkur í politisku skipanini raknar við og tekur stig til at seta nýggja kós.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni