Tíðindi

Eiga vit at hava telefonpolitikk í skúlanum?

Ígjár setti Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, skrivligan fyrispurning á tingi um telepolitikk í skúlanum.

20.04.2023

Løgtingsmaðurin vil hava Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann í barna-og útbúgvingarmálum, at svara trimum spurningum sambært grein 52 í tingskipanini. Hann vil vita, um ætlanin er at skipa ein almennan telefonpolitikk í fólkaskúlanum í Føroyum, fartelefonin er ein avbjóðing fyri fólkaskúlan, og um tað at hava felags reglur fyri nýtslu av fartelefonum í skúlunum í andsøgn við talgilda gerandisdagin?

Í viðmerkingum til skrivliga fyrispurningin sigur løgtingsmaðurin, at tað hevur javnan verið frammi, at fartelefonin er ein avbjóðing m.a. í føroysku skúlunum. Grannalondini hava somu avbjóðingar og kjakast um, hvat skal gerast. Fartelefonin er eitt fínt amboð at hava, men bundinskapurin at telefonini ger hana til meir enn eitt amboð og heldur til eitt trupulleika í dagligdegnum og skúladegnum. Flestu skúlar hava ein telefonpolitikk. Hesir eru ymiskir frá skúla til skúla. Felags er tó, at skúlarnir og lærararnir hava ábyrgdina saman við næmingunum, at telefonpolitikkirnir verða hildnir. Tá hesar telefonreglur javnan verða brotnar, skapar hetta ofta keðiligar støður og eyka arbeiði fyri starvsfólk skúlans. Man kann seta sær spurningin, um frírúm kann skapast, har telefonin ikki er miðdepilin?

Tað er ávíst fleiri ferðir, at skúlin er ov bókligur, og at kreativitetur og rørsla eru manglar í skúlunum. Fartelefonin ger ikki virknið betri. Fría spælið, borðspølini og útilívið er ein minkandi partur av dagligdegnum hjá føroyingum, hóast gongufeløg o.o. skipa túrar í náttúruni. Sjónvarpssendingin í KVF, “Útilív” varpar m.a. ljós á týdningin,  útilívið hevur fyri likam og sál.Tað vísir seg, at flestu skúlar hava teldur og talgild amboð í skúlanum til nýtslu í skúlaarbeiðinum, og tí er ikki tørvur á fartelefonini í skúlanum. Tí gera fleiri skúlar tað, at telefonin liggur læst í einum skápi í skúlanum frá skúladagsbyrjan til skúladagsenda. Hetta er sum sagt ymiskt millum skúlar. Spurningurin er, um almennu Føroyar ikki eiga at hava eina felagskós, tá tað kemur til fartelefon í skúladegnum? Ein felags skúlapolitikkur ger, at vit hava felags ábyrgd, tá brot eru framd á skúlatelefonreglurnar. Eru skúlastýrini, saman við foreldrum, starvsfólkum og næmingum, ikki lykilin í hesum arbeiði?

Fríggjadagin í farnu viku var fartelefonin í skúlanum evnið í breddanum í KvF. Til ber at hoyra sendingina her: https://kvf.fo/breddin?sid=155491

Og viðmerking til sendingina her: http://skulabladid.fo/børn-brúka-meiri-t%C3%ADð-á-sk%C3%ADggjum-barnaárini-enn-tey-ganga-%C3%AD-skúla

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni