Tíðindi
20.04.2024
Handanin fór fram á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag, sum í dag er á Hotel Føroyum í Havn.
Eiðis skúli fær virðislønina fyri stóra arbeiðið, sum tey í undirvísingarhøpi gera fyri at ávirka næmingarnar og geva teimum kunnleika um veðurlags- og umhvørvisavbjóðingar. Tey hava í fleiri ár arbeitt miðvíst við burðardyggari menning, har tey serliga arbeiða út frá teimum staðbundnu loysnunum og umhvørvinum, sum næmingarnir kenna. Hetta er sostatt blivin ein inngrógvin partur av skúlaárinum.
- Endamálið er at økja tilvitanina um, hvussu vit kunnu taka ábyrgd og ogna okkum vitan um verðurlagsbroytingar og loysnir, siga tey í Eiðis skúla.
Hvat hava tey so gjørt? Jú, tey hava eitt nú arbeitt við endurnýtslu, seymað taskur úr endurnýtslutoyi, gjørt jólaeinglar úr horni, tálg til fuglafóður, endurnýtt træsprek og tunnufjalar til vevar og skilt burturkast. Tey hava sátt grønmeti og velt epli í skúlagarðinum, flett seyð, kúgv, haru og roytt havhestaungar. Skorið upp springarar, fiskað og hagreitt fiskin, umframt verið eftir eggum, sum verða nýtt í matgerð.
Hvørt ár gera allir næmingarnir døgurða í skúlanum, har eplini, sum teir hava velt, og fiskurin, sum teir hava fiskað, verður etin.
Eitt av endamálunum hjá Eiðis skúla at fara undir hesa royndar- og menningarætlanina er at arbeiða víðari við burðardyggu menningini, har næmingar kunnu sita hugbundnir og arbeiða við ymsum tilfeingi frá byrjan til enda. Ein partur av verkætlanini er at geva næmingunum eina holla vitan innan gagnlist og sjóvinnu. Í gagnlist verður arbeitt við leiri og glasi, har næmingarnir evna ymiskt gagnligt. Gongdin frá leirklumpinum til liðugt produkt. Í sjóvinnu verður arbeitt við at spleysa, seta út í kort, rippa, egna, flekja, fara á flot, ala og við trygd á sjónum.
- Dentur verður lagdur á at nýta staðbundnu loysnirnar. Byrjað verður við at fara í fjøruna at stinga fliður, og tá næmingarnir hava upplivað alla gongdina, enda teir við at standa og vaska upp, eftir at hava etið fiskin, teir fiskaðu. Hetta gevur næmingunum tíð og rúm at fara niður í dýpdina við teimum grundleggjandi førleikunum. Og tað sæst aftur í avrikunum, sum næmingarnir gera, verður sagt.
Hjartaliga til lukku, næmingar og lærarar í Eiðis skúla.