Bloggur

Eg havi faktiskt einki ímóti skúlabeinkinum og rutinunum

Ingun Malunardóttir Háberg, læraralesandi á øðrum ári, bloggar

16.08.2013

Einki er sum kenslan av at hava staðið ársins seinastu roynd mitt í juni og vita sær, at tú ikki ert noydd at lesa eitt orð í tveir mánaðir. Tær nýtist ikki at lata nakra tjúkka bók upp og lesa, bara tí tað stendur í lestrarætlanini. At ikki at skula seta vekjaran at vekja teg tíðliga hvønn morgun – tað er nummar eitt! At fáa summarfrí er við øðrum orðum einki minni enn fantastiskt. Ókey, eg byrjaði frítíðina við at arbeiða umborð á Norrønu í hálvaaðru viku, men tá eg var heimafturkomin, merkti eg serliga summarfrítíðardámin heima hjá mammu, har bæði beiggi og systir mín vóru liðug við hvør sín skúla – hann HH og hon 9. flokk. Tí byrjaði eg mína summarfrítíð við at hátíðarhalda teirra lidnu skúlagongd, samstundis sum eg sjálv eisini kendi, at steðgurin frá míni egnu skúlagongd vera verdan ein kaffimunn. Eg havi notið nærum hvørja ta einastu fríløtu, og eg havi ikki hugsað nógvar vísindaástøðiligar, pedagogiskar ella didaktiskar tankar, eri eg noydd at viðganga.


Farnu árini havi eg altíð arbeitt fulla tíð, tá eg havi havt eina summar-, jóla-, ella heystfrítíð, men í ár valdi eg sjálv, at størsti parturin av tíðini skuldi brúkast til at slappa av. Eg setti mær fyri at brúka eitt sindur av tíð upp á meg, míni og tað, eg fekk hug til júst tann dagin. Sjeikurin, sum enn býr í Svøríki, hevur verið í Føroyum nakrar vikur, og ólavsøkuaftan fóru vit bæði til Svøríkis, har vit vóru so heppin at merkja hitan og sólina, ið har bíðaði eftir okkum. Tær nýtist altso ikki at fara longri enn til Svøríkis fyri at fáa 28 hitastig og sólskin 2 vikur á rað, fekk eg staðfest.


Eg endaði summarfrítíðina við at fáa nakrar dagar í Keypmannahavn. Eg kenni tað enn soleiðis, at tá eg komi til Keypmannahavnar, eri eg heima. Hetta hóast at tað eru nøkur ár síðani, eg búði har. Eg trívist í Føroyum, har øll hava egið, eitt sindur seint tempo, men tað er so praktfult eisini at koma til Danmarkar, og serliga Keypmannahavnar, har strongd fólk, stórir handlar, høgir bygningar og bíligar handilsvørur eyðkenna gerandisdagin og tilveruna. Men sjálvandi er tað best at koma heim. Sum summarfrítíðin tók at halla, gleddi eg meg til at sleppa í skúla aftur. Eg havi faktiskt einki ímóti skúlabeinkinum og rutinunum, nú tá eg hugsi meg um. Eftir at ikki hava havt skipaðar dagar nakrar vikur, er tað so deiligt at koma aftur til tann kenda og fastlagda gerandisdagin. Eg havi notið sól, mjørka, regn og løtur saman við familju og vinum í tveir mánaðir, men tað er so deiligt at síggja floksfelagar aftur, og kanska serliga at vita, hvat hendan nýggja kreativa breytin, sum eg havi valt, hevur at bjóða hetta skúlaárið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni