Tíðindi
08.02.2023
Regluligur eftirútbúgvingarleistur verður skipaður fyri starvsbólkar skúlans. Henda reglan stendur at lesa í samgonguskjalinum. Tað, sum Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, lesur inn í henda setningin, er, at samgongan hevur sett sær fyri at kanna, hvørjum eftirútbúgvingum tørvur er á, hvussu stórur tørvurin er til hvørja einstaka teirra, og hvør eigur at verða raðfest.
- Eg vænti, at av tí at hetta er sett í samgonguskjalið, so verða pengar játtaðir til tað, sum verður mett eigur at verða gjørt, og eg vænti eisini, at tað ber til at fáa semju í øllum flokkum um at binda seg til at skipa ser- og eftirútbúgvingar á hvørjum ári eftir eini raðfesting.
Fleiri eftir- og ískoytisútbúgvingar á fólkaskúlaøkinum hava bíðað leingi, og summar longri enn aðrar. Skúlabókavarðaútbúgvingin og kt-varðaútbúgvingin hava bíðað longst.
- Báðar hesar útbúgvingarnar eru átrokandi at fáa. Tá ið talan er um ta seinnu, so er kt-økið í fólkaskúlanum fyri einum skifti, nógv er lagt um og broytt, nú vit fáa Skúlanet. Skal henda verkætlanin eydnast væl, er umráðandi at hava kt-vørðin við. Harumframt mangla vit serlærarar, lesivegleiðarar og orðblindalærarar, og um ikki so langa tíð fara vit at mangla støddfrøðivegleiðarar og skúlavegleiðarar. Somuleiðis mangla vit lærararførleikar, tá ið talan er at hava við næmingar at gera, sum hava einhvønn serligan tørv, so sum ADHD, autismu og slíkt. Samanumtikið mangla vit at útbúgva lærarar til nógvar serførleikar í skúlanum.
Fyrr var ein partur av játtanini til fólkaskúlan markað til eftirútbúgvingar. Hesin partur bleiv so gott sum burtur, tá ið tað fór at sansa at á játtanini til fólkaskúlan. Jacob Eli S. Olsen heldur, at vit eiga at fáa eina kontu serstakt til at eftirútbúgva lærararnar, soleiðis at fíggingin av eftirútbúgvingum er leys av játtanini til fólkaskúlan.
- Skúlamyndugleikin, sum umsitur allan fólkaskúlan og eftirútbúgvingar av lærarum, átti at gjørt nógv meiri vart við, at henda uppgávan ikki hevur verið raðfest og arbeitt fram ímóti, at pengar verða játtaðir til eftirútbúgvingar, og annars at fáa løgtingið at játta meiri til fólkaskúlan sum heild. Hetta hava vit ikki sæð í nóg stóran mun.
Ráðleggingarnevndin fyri skeið í fólkaskúlanum og á miðnámi, ið er sett saman av serkønum fólkum innan ymsu partarnar av skúlaverkinum, arbeiðir við at gera metingar um, hvørji skeið og útbúgvingar eiga at verða boðin út til lærarar. Stjórin í Námi er skrivari í nevndini.
- Um landsstýrismaðurin við útbúgvingarmálum hevur stórar skúlapolitiskar ambisjónir, so eigur hann eisini at hugsa dagføring av læraraførleikanum hjá øllum lærarum við upp í serútbúgvingarnar, sum eiga at verða settar á stovn. Eins og nakrir lærarar mugu serútbúgvast, so eiga allir lærarar at hava møguleika at dagføra sína vitan og sínar førleikar, fyri alla tíðina at tillaga sína undirvísing og fáa nýggjar arbeiðshættir. Verður ikki fylt á við vitan hjá læraranum, er vandi fyri at brenna út.