Tíðindi

Eftirútbúgvingar av lærarum enn ikki bodnar út

Hóast tað aftur og aftur verður víst á stóra tørvin á eftirútbúgvingum av lærarum, tykist lítið og einki at henda. - Øll gransking vísir, at besta íløgan í fólkaskúlan er íløgan í læraran, og tí er tað ein dáragerð at spara júst á hesum økinum, sigur Lærarafelagið.

26.06.2023

Tørvurin hjá lærarum at førleikamenna seg til nýggjar avbjóðingar er sjónligur. Hetta hevur Føroya Lærarafelag víst á í nógv ár og í nógvum sambondum, seinast í ársfrágreiðingini upp undir aðalfundin hjá felagnum í apríl. Listin er langur av serútbúgvingum, ið liggja á láni, men tvær tykjast at standa fremst, onnur er skúlabókavarðaútbúgving og hin KT-varðaútbúgving. Undanfarni landsstýrismaðurin við skúlamálum játtaði, at skúlabókavarðaútbúgving stóð næst á skránni, men enn er einki farið í gongd. Lærarafelagið hevði fundir við nevndina í skúlabókavarðafelagnum og undirvísarar á Námsvísindadeildini, har tað var umrøtt, hvat ein skúlabókavarðaútbúgving eigur at umfata, og Fólkaskúlaráðið hevur eisini givið sítt tilmæli.

Fólkaskúlin stendur fyri at talgilda undirvísingina og skjalfestingina. Tí er tað so átrokandi, at KT-vørðurin hevur góðar umstøður at arbeiða og at útbúgva seg til nýggju uppgávuna.

- Vit vilja halda fast í lyftinum, sum er givið felagnum, at útbúgvingin til skúlabókavørð og KT-vørð fara í gongd skjótt. Vit minna eisini á, at øll gransking vísir, at besta íløgan í fólkaskúlan er íløgan í læraran, og tí er tað ein dáragerð at spara júst á hesum økinum.

Lærarafelagið hevur víst á á fundi við skúlamyndugleikarnar og landsstýrismannin, at játtanin til serútbúgvingar eiga at standa fyri seg, so at tað er gjøgnumskygni í, hvat í veruleikanum verður nýtt til at serútbúgva og eftirútbúgva lærarar og skúlaleiðarar.

- Vit hava fingið at vita, at hetta ber væl til, og at hetta fer at síggjast í komandi játtanum til fólkaskúlan. Nú mugu vit fylgja við, hvussu verður. Felagið hevur fingið álítandi kunning um, at í dag verður bara tað nýtt til at útbúgva lærararnar, sum svarar til tvey læraraársverk; tá hetta var upp á tað mesta, tá var tað nýtt, sum svarar til áleið 20 ársverk. Størru útbúgvingarnar mugu, sum er, fíggjast innan fyri samlaðu játtanina til fólkaskúlan. Hetta er ein trupulleiki, tí játtanin til fólkaskúlan er tornað, og harvið er lítið pláss til at víðari- og serútbúgva lærarar og skúlaleiðarar.

Útbúgvingartørvurin verður viðgjørdur í arbeiðsbólkinum, sum eitur Ráðgevingarbólkurin fyri skeið í fólkaskúla og miðnám, fyrr Ráðleggingarnevndin fyri eftir- og framhaldsútbúgving av lærarum fólkaskúlans. Formaður Føroya Lærarafelags situr í bólkinum. Umskipaði bólkurin hevur nú til uppgávu at ráðleggja fyri bæði fólkaskúlan og miðnám. Nevndin í Lærarafelagnum tók ikki undir við broytingini, tí at vandi er fyri, at pengar, ið eru ætlaðir til skeið og útbúgving til lærarar í fólkaskúlanum, nú skulu røkka til miðnám eisini, so at minni verður í part. Felagið hevur annars gott samskifti við Yrkisfelagið Miðnám um hendan vandan.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni