Tíðindi
14.05.2024
Tað hevur verið tosað um tørvin á eftirútbúgvingum innan lærarayrkið í ógvuliga nógv ár. Eitt av tilmælunum í álitinum um ætlaðar broytingar í fólkaskúlanum”, ið var handað landsstýrismanninum í skúlamálum á krossmessu í 2023, var eftirútbúgving av lærarum fólkaskúlans. Samgonguskjalið nevnir eisini, at regluligur eftirútbúgvingarleistur verður skipaður fyri lærararnar. Leisturin er í gerð, og hann er sum skilst komin væl áleiðis. Tað eru fólk úr Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Undirvísingarstýrinum, Námi og Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, sum vera við at menna leistin.
- Tað gongur støðugt framá at gera leistin, og eftir ætlan fara vit at síggja fyrstu veruligu úrslitini skúlaárið 2025-2026, sigur Djóni N. Joensen, landsstýrismaður.
Tørvur er á at eftirútbúgva og serútbúgva lærarar í fólkaskúlanum á nógvum økjum. Nógv av teimum, sum eru útbúgvin at røkja seruppgávurnar í fólkaskúlanum, eru tætt við pensjónsaldur ella farin frá. Talan er um serútbúnar lærarar, so sum skúlabókavørðir, KT-vørðir, lesivegleiðarar, serlærarar, orðblindalærarar, støddfrøðivegleiðarar, skúlavegleiðarar og lærarum í føroyskum sum annaðmál.
- Tað verður ein fastur leistur, sum fer at fata um allan tørv og allar útbúgvingarnar. Farið verður frá verandi skipan av eftirútbúgvingum til at gera eina nýggja skipan av eftirútbúgvingum til fólkaskúla og miðnám. Endamálið er at økja um trivnaðin og at lyfta fakliga støðið hjá næmingunum í fólkaskúlanum munandi. Málið er, at øll draga somu línu, so skipanin gerst meira gjøgnumskygd, og at skapa betri fortreytir fyri at nøkta eftirútbúgvingartørvin við at førleikamenna lærarar, námsfrøðingar og leiðslur so væl, sum til ber. Nýggja skipanin skal føra við sær, at eftirútbúgvingar og skeiðstilboð verða meira miðvís, beinrakin og samsvarandi tørvinum. Í hesum arbeiði skal eftirútbúgvingartørvurin hjá lærarum, námsfrøðingum og leiðslum í skúlanum lýsast, fokusøki fyri skeið og eftirútbúgvingar skulu ásetast, og gerast skal langtíðarætlan fyri skeið og eftirútbúgvingar, herímillum eisini kostnaðarmeting og fígging. Harumframt skal gerast ætlan fyri ráðlegging, fremjing og eftirmeting av skeiðum og eftirútbúgvingum.
Ein høvuðsorsøk til, at lærarar ikki eru útbúnir til mongu seruppgávurnar í fólkaskúlanum er, at játtanin til fólkaskúlan ikki hevur rokkið. Fylgjurnar av vantandi raðfesting eru stórar, og tað er sjón fyri søgn, at stórur mangul er á serútbúnum lærarum innan flestu øki. Føroya Lærarafelag hevur fleiri ferðir víst á, at allar ískoytisútbúgvingar av lærarum eiga at verða fíggjaðar á eini játtan fyri seg og ikki innan karmin, sum fólkaskúlin verður fíggjaður. Men fíggingarparturin av nýggja eftirútbúgvingarleistinum er ikki komin upp á pláss enn, sigur Djóni N. Joensen.
- Vit fara at viðgera, hvussu eftirútbúgvingarnar skulu fíggjast. Tað er eingin ivi um, at játtanin til fólkaskúlan eigur at verða framskrivað, tí hann er undirfíggjaður og hevur verið tað leingi.