Tíðindi

Eftirmetingin tryggjar neyðugu fakligu góðskuna

Tað heldur Eyðólv Dimon, sum eftir 40 ár sum lærari hevur lagt frá sær.

11.05.2023

Tann 10. januar hevði Eyðólv Dimon síðsta skúladag í skúlanum við Løgmannabreyt. Har hevur hann starvast síðani 2011.

- Tað var ein rørandi løta, sigur hann og vísir á, at til morgunsangin hendan morgunin vórðu bæði valarasangurin og TB-sangurin sungnir honum til heiðurs. Eyðólv Dimon er ættaður av Tvøroyri og býr í Hoyvík.

Avgerðin um at fara frá hevur annars latið bíðað eftir sær. Fullan pensjónsaldur vann hann sær longu fyri hálvum øðrum ári síðani, og uppsøgnin var ikki løtt at lata skúlaleiðsluni.

- Eg skrivaði uppsøgnina, men ivaðist leingi og hugdi fleiri ferðir at henni. Men tá ið endaliga avgerðin var tikin, kendist tað kortini sum ein lætti. Og hon var røtt, sigur hann.

Eyðólv Dimon varð útlærdur lærari á sumri í 1983 og hevur havt lærarayrkið sum sítt lívsstarv. Eitt stutt skiftið sama summarið, hann varð útlærdur, starvaðist hann á Barnaheiminum í Havn og hevði til uppgávu at vera um børnini í skúlaaldri. Men annars hava lærarayrkið og fólkaskúlin verið hansara burturav. Eitt yrki, hann hevur trivist væl í øll árini, sigur hann.

 - Mær hevur altíð dámað væl at hava við menniskju og skúlanæmingar at gera. Tí valdi eg at gerast lærari, og ta avgerðina havi eg onga løtu iðrað meg um. Tað er ein fragd at samskifta við næmingin og fylgja menningini. Frá tí at binda lissur og troysta í 1. flokki til at seta spurningar og bjóða av í hádeildini. Alt við áhuga fyri næminginum sjálvum, trivnaðinum, læringini og menningini, sigur hann.

Og tað eru ikki hissini broytingar, sum hendar eru øll hesi árini. 40 ár eru ikki 40 dagar.

Nógv tær flestu broytingarnar hava verið til tað betra, heldur Eyðólv.

Svarti skúlin er farin í søguna, og væl og virðiliga tað, og størri dentur verður lagdur á trivnaðin og menningina hjá næminginum. Undirvísingin er lyft upp á eitt hægri stig, og amboðini í skúlanum fyrr og nú kunnu als ikki samanberast. Nýggja tøkniliga øldin er ein veruleiki, sum í ógvuliga stóran mun hevur broytt og ment bæði skúla og skúlaskap. Og so eru tað PISA-kanningarnar, sum hava broytt nógv, bæði tá ið talan er um sjálva undirvísingina, og hvussu tímar verða býttir og skipaðir.

Men tað eru kortini ikki allar broytingar, sum hava verið eins væl eydnaðar, um enn ætlanin hevur verið góð frá byrjan. Og tí er tað so sera umráðandi alla tíðina at eftirmeta skúlan, heldur hann.

Og tað er ein afturvendandi undran hjá Eyðólvi, hvat varð av eftirmetingini í skúlanum.

Hann vísir eitt nú á námsætlanina, sum kom fyri nú fleiri árum síðani. Ein ætlan, sum skuldi tryggja barninum og næminginum tað besta, líka frá barnagarði, umvegis fólkaskúlan og til miðnám. Eitt frálíkt hugskot, heldur hann, men eftirmetingin hvarv sum døgg fyri sól.

- Eg havi stórliga saknað eftirmetingina. Skulu vit laga skúlan til umstøðurnar og veruleikan og tryggja ta bestu undirvísingina, mugu vit alla tíðina og støðugt eftirmeta skúlan, sigur hann.

Samrøða eftir Jákup Boga Joensen. Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2023.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni