Bloggur
15.06.2012
Nú tað fyrsta árið er farið aftur við tíðarinnar borði, ber til at líta aftur á tað farna og eygfara, hvussu kjalarvørrirnir leggja seg. Mítt fyrsta ár sum útbúgvin lærari er skjótt liðugt – bara próvtøkur og próvdømingin eru eftir. Eg skal dømast og fáa at vita, um eg havi lært mínar næmingar nakað, og sjálvur skal eg út at døma, um aðrir lærarar hava lært sínar næmingar tað, sum skal til. Nú er tíð at eftirmeta.
Hvussu hevur so hetta árið hilnast:) Spurningurin er ikki heilt einfaldur at svara. Als ikki. Eitt skúlaár hevur nógvar avbjóðingar við sær, sum tú púrasta ikki er fyrireikaður til. Eg havi tann fyrimunin framum aðrar lærarar frá mínum árgangi, at eg havi arbeitt sum vikarur í nøkur ár, áðrenn eg fór á læraraskúlan, og tí kenni eg eitt sindur til tær flestu vanligu fakligu og menniskjaligu avbjóðingarnar. Men tað kann ikki vera lætt hjá einum nýútbúnum lærara, sum ongan førning hevur við sær frá læraraskúlanum, ið kann geva honum eina ábending um, hvussu alt tað umsitingarliga arbeiði skal gerast, hvørjar mannagongdir eru, tá ið ein næmingur hevur innlæringartrupulleikar, og tú skal søkja um tímar til serundirvísing, tá ið ein næmingur hevur serligar trupulleikar, hevur psykiskar trupulleikar og aðrar trupulleikar, ið skulu fráboðast til onkra almenna skipan, sum í roynd og veru nærum er avlívað vegna sparingar. Og nú er alt vavt upp í ómansligt hártoganarkegl um, hvussu alt skal eita, í staðin fyri at hjálpa næmingunum, ið hava tørv á hjálp. Nú sigst, at næmingar eru, sum hava “serligar avbjóðingar” og lærarar hava tí “serligar trupulleikar”. Fyrr var tað øvugt. Tá høvdu næmingarnir serliga trpulleikar og lærararnir serligar avbjóðingar. Sum lærari verður tú ongantíð búgvin til at taka tær av øllum trupulleikunum, sum næmingar dragast við, tí at tú ikki er útbúgvin psykologur, sosialráðgevi, løgreglumaður, prestur v.m. Tá er gott at kunna venda sær til ein starvsfelaga ella ringja til tey røttu fakfólkini og fáa bráðhjálp frá teimum, so at næmingarnir hava ein møguleika at fóta sær og brynja seg til at fara út gjøgnum fólkaskúladyrnar við fattari bringu at taka ímóti tí stóru verð. Tá ið hesir næmingar hyggja eftir kjalarvørrunum frá skúlatíðini, tá skulu teir helst siga seg hava fingið tær fakligu avbjóðingarnar, sum skuldu til og alla ta hjálp, lærarin hevði at geva. Kunnu teir siga tað, hava vit rokkið nógvum.
Eg havi havt eitt ómetaliga gott ár við nógvum persónligum avbjóðingum yvirkomiligum trupulleikum, og eg haldi, at allir næmingarnir, sum hava viljað, hava fingið nógv burturúr.
Eg havi eisini havt ein fjórða flokk í donskum, søgu og føroyskum. Tey enda árið saman við mær við at skriva eitt yrkingasavn. Tey hava sjálv skrivað og teknað savnið, sum verður prentað, soleiðis, at tey kunnu fáa eitt eintak í hondina.
Jú, eg kann siga, at eg eri væl nøgdur, higartil. Eg hevði ikki verið so væl nøgdur, var eg ikki í góðum toymum, eg hevði heldur ikki verið so væl nøgdur, hevði eg ikki so ótrúliga fittar og raskar næmingar. Eg plagi at siga við tey í níggjunda, at tá ið fólk siga við meg, at ungdómurin í dag er dovin, og at hann bara situr framman fyri sjónvarpið ella telduna og hyggja, so verji eg tey. Ungdómurin er ikki dovin! Hann er arbeiðssamur! Summi eru sjálvandi arbeiðssamari enn onnur, men soleiðis eru vit vaksnu eisini háttað, og eg tori væl og virðiliga at lata Føroyar í teirra hendur.