Tíðindi
05.11.2015
Lærarar í fleiri skúlum í Føroyum halda, tað hevði lætt um arbeiðið hjá teimum, vóru reglur fyri nýtslu av fartelefon í fólkaskúlanum
Meðan lærarar í fólkaskúlanum halda, at nýtslan av fartelefonum í fólkaskúlanum eigur at verða avmarkað, halda næmingarnir at tað kann vera eitt sindur keðiligt. Næmingarnir skilja kortini, at tað kunnu verða fyrimunir, verður fartelefonin brúkt minni í skúlanum.
Fartelefonir í fólkaskúlanum er evnið í hesi fyrstu sendingini, Anno 2015, sum útvarpið sendir hósmorgnar klokkan 10:05 í vetur. Tú kanst lurta eftir henni her: http://kvf.fo/netvarp/uv/2015/11/04/eftirlsa-regluger-fyri-fartelefonntslu#.VjtOjaISs00
Kelda: kvf.fo